Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1.deild hjá KÍ tekur ímóti 07Vestur hóskvøldið

Jákup Ósá

Vinnur KÍ, so eru bara tvey stig, sum skilja KÍ og 07Vestur, sum undan dystinum liggur á 2. plássi.

1.deild hjá KÍ hevur staðið seg væl í ár. Serliga eftir eina heldur trupla byrjan, so kom gongd á. Liðið vann 7 dystir á rað áðrenn seinasta dystin undan summarsteðginum, sum var móti oddaliðnum Skála á útivølli.

Hesaferð er mótstøðuliðið 07Vestur, sum í løtuni liggur til at flyta upp í Effodeildina. 07Vestur hevur á 2. plássi 38 stig, meðan KÍ á 5. plássi hevur 33 stig. Tískil kann KÍ við sigri veruliga blanda seg í stríðið um heiðursmerkini.

Dysturin við Djúpumúru verður hóskvøldið kl. 19.00. Dómari verður Kári J. Á Høvdanum. Atgongumerkini kosta 50 krónur.