Leygardagin 18. Apríl verður 2. steypakapping í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.
Leygardagin 18. Apríl verður 2. steypakapping í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík.
Hesaferð hava 23 lið meldað til luttøku: Bólkarnir verða pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Feløgini, ið hava meldað til luttøku eru: Flog 1 lið, Støkk 7 lið, Ljósið 6 lið og HF 9 lið.
Kappingin byrjar Kl. 12 við pinkum og smágentum. Eftir heiðursmerkjahandan áleið kl. 14:30 byrjar kappingin hjá gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.
Úrslitið frá 1. steypakapping verður lagt saman við úrslitinum frá hesari kappingini, og liðið, sum fær besta samanlagda úrslit, gerst steypavinnari.
Spennandi verður at síggja, hvussu liðini fara at klára seg.




