Metingar um 2. umfar: Stóri dysturin hetta umfarið er í Gundadali, har áskoðararnir helst kunnu vænta sær eitt sindur av hvørjum. Eisini aðrir áhugaverdir dystir eru.
Metingar um 2. umfar: Stóri dysturin hetta umfarið er í Gundadali, har áskoðararnir helst kunnu vænta sær eitt sindur av hvørjum. Eisini aðrir áhugaverdir dystir eru.
Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, metir niðanfyri um 2. umfar í Effodeildini, sum verður spælt komandi vikuskiftið.
NSÍ-EB/Streymur
Eg havi skrivað tað fyrr, at tað verður ikki óvæntað, um NSÍ liggur heilt uppi millum toppliðini eftir 7 umfør. Skráin er lagalig móti NSÍ hesi umførini. Liðið er væl samanspælt frameftir og hevur ein álopskendan spælistíl sum ger, at liðið ikki hevur trupulleikar við at skapa dystir og skora mál. Tað gav fult stigatal móti botnliðunum í fjør. EB/Streymur brúkti ein heilt annan spælistíl í 1. umfarinum. Teir lógu langt afturi og spældu so uppá snarálop. Hetta tykist passa liðnum væl, tí bæði Leif Niclasen og Rasmus Dan Sørensen, sum báðir tykjast væl fyri, eru best, tá teir fáa nógv pláss at renna á. Hetta verður ein líknandi dystur, har NSÍ hevur bóltin og skal mynda dystin, meðan EB/Streymur fer at miðja eftir at fáa mál uppá snarálop. Eg havi NSÍ sum greiðan favoritt, hóast EB/Streymur í 1. umfarinum vísti størri styrki enn væntað. Tipping: 1
AB-TB
AB fekk eina fína byrjan uppá kappingina við javnleiki í Gundadali. Ikki ókent fyri AB er at fáa góð úrslit móti toppliðum og so tapa móti botnliðum. TB liðið er longu nógv skert í 2. umfarinum, tí bæði Albert Adu og Martin Tausen sita uttanfyri við leikbanni. Tveir týdningarmiklir leikarar. TB vísti ein sannførandi villskap fyri at fáa stig í seinna hálvleiki móti KÍ og ein slíkur skal fram ofta, um TB skal fáa nóg nógv av stigum fyri at klára at halda sær uppi í ár. Sjálvt spælið kann blíva betri og liðið hevði trupult við at skapa stórar mál møguleikar. Hetta líkist einum tøttum dysti, har AB dregur longra stráið við glóðheita álopsleikaranum Jógvan Skeel Nolsøe á odda. Tipping: 1
ÍF-HB
Tá ein hugsar um dystirnar í Fuglafirði millum hesi bæði liðini, so stendur greitt, at ÍF hevur yvirtakið seinnu árini. Seinastu 9 uppgerðirnar siga 5-2-2 sum merkir, at HB bara hevur vunnið tvær ferðir seinastu nýggju ferðirnar, teir hava vitjað í Fuglafirði. Bæði liðini koma frá javnleiki í 1. umfarinum, sum helst var góðkent fyri ÍF og ikki fyri HB. Bæði liðini mangla týdningarmiklar leikarar, tí Adeshina Lawal, sum legði upp til bæði málini í 1. umfarinum, situr uttanfyri hjá ÍF, meðan Fróði Benjaminsen er uttanlands í útbúgvingarørindum. So er spurningurin, um HB keypir hann heim til dystin. Týdningurin av Fróða Benjaminsen kann neyvan undirmetast og m.a. tann annars trygga HB verjan ”fór út at sigla” móti AB og lat tvey mál inn á heimavølli, sum ikki hendur ofta. Eg havi HB sum ein lítlan favoritt, tí liðið hevur ikki eins nógvar nýggjar leikarar at spæla saman sum ÍF og eigur sum heild at hava eitt meira fullført lið. Tipping: 2
B36-Víkingur
Longu í 2. umfari fáa vit ein dyst millum tveir av teimum trimum størstu favorittunum til FM 2015. Í fjør átti Víkingur at vunnið báðar dystirnar í Gundadali móti B36, um tað ikki var fyri einum dómara mistaki í seinasta sekundi í fyrra dystinum. B36 spælir uttan leikbannaða Lukasz Cieslewicz, og tí verður stóra vónin løgd á Ibrahima Camara, sum í 1. umfarinum kom í gongd við málskjótingina. B36 fer helst at fáa betri pláss og betri vøll at spæla sítt spæl hendan dystin enn í 1. umfarinum móti einum verjukendum EB/Streyma liðið á hálum vølli. Við leikbanninum hjá Lukasz og innanhýsis úrslitunum í fjør í huga, so blívur Víkingur ein lítil favorittur hendan dystin. Men Hørður Askham er við aftur, og tí hevur B36 ein sera sterkan verjupart, sum kann halda Víkingi frá ”fatinum”. Bæði liðini fara at leggja nógv fyri og her síggi eg lættliga fyri mær, at vit fáa hart spæl, spentar støður og nógv kort, har okkurt helst eisini hevur reyða litin. Spell at allar fótbólts Føroyar ikki sleppa til hendan dystin. Tí eg vænti, at hetta verður dysturin, sum skapar stóru søgurnar sunnukvøldið og mánadagin. Taparin her er komin illa frá byrjan, og tað kann merkja dystin seinastu løtuna, tá frustrasiónir koma fram. Heimavøllurin hjá B36 vigar upp fyri leikbanninum hjá Lukasz, og tí tippi eg javnleik. Tipping: X
KÍ-FC Suðuroy
Seinast FC Suðuroy spældi í bestu deildini var í 2012, tá KÍ samanlagt vann 16-3 yvir tríggjar dystir og 12-2 yvir tveir dystir í Klaksvík. So stórur munur verður ikki á í ár. Ikki uttan so, at FC Suðuroy manglar allar sínar útlendingar og sum skilst verða teir við hendan dystin. KÍ kemur frá einum javnleiki við Stórá í Trongisvági, sum helst var góðtikin undan dystinum, men sum ikki var góðtikin, tá ein sá dystargongdina, har TB spældi undirmannað næstan allan seinna hálvleik og seinasta korterið við tveimum leikarum í undirtali. FC Suðuroy spældi í Runavík og við nærum sama hópi sum í fjør var hetta ein ov stór uppgáva hjá uppflytarunum, sum tapti 6-1. KÍ hevur nýggja álopsleikaran Kenan Hajdarevic tøkan, meðan FC Suðuroy í øllum førum hevur annan av miðverjunum við. Eingin kennir veruliga Kenan enn og trupult er at meta um hansara støði, tí hann hevur nærum einki spælt enn. Tí vera eyguni nógv vend móti honum, um hann fær møguleikan frá byrjan. Fyrsta umfar ger, at vit fáa tvey sera uppsett lið, sum vilja fáa eitt gott úrslit eftir vónbrotið í 1. umfarinum. KÍ eigur at vera ov sterkt í mun til FC Suðuroy, um liðið ikki undirmetir teir. Men spurningurin er, hvussu KÍ liðið megnar at skapa ein dyst, tí hetta nýggja KÍ liðið hevur ikki nógvar royndir við at vera stórfavorittur og skula skapa ein dyst í 2015. Tí verður neyvan talan um stórsigur til KÍ, men ein sigur uppá eitt ella tvey mál er meira sannlíkt. Tipping: 1




