Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

20. umfar: Toppliðini á útivølli

Jákup Ósá

Metingar: KÍ hevur á pappírinum truplasta dystin av topp trý liðunum komandi umfarið.

Fríggjakvøldið byrjar 20. umfar í spennandi kappingini í Effodeildini, har fleiri lið stríðast um at vinna FM, Europa League og at umganga niðurflyting. Niðanfyri metir Norðlýsið um dystirnar, sum á pappírinum tykjast munandi meira spennandi enn teir í síðsta umfarinum, har vit høvdu fimm greiðar heimafavorittar.

ÍF-Víkingur

ÍF gjørdi sær fyri skommum í Runavík seinast og staðfestast má bara, at tað er langt millum góðu avrikini hjá fuglfirðingum, og at sannførandi avrikið í Klaksvík meir var eitt undantak enn ein regla, tí tað er einasti sigurin í síðstu fimm dystunum. Nú hevur ÍF einki at spæla fyri heldur, og tí er spurningurin, um liðið yvirhøvur kemur fyri seg aftur. Til hendan dystin manglar ÍF eisini fleiri leikarar. Víkingur hevur vunnið fýra sigrar á rað og felags fyri teir flestu er, at sigrarnir eru komnir, hóast spælið ikki hevur verið tað besta. Tað skuldi verið gott tekin. Víkingur spælir fyri FM og kann við sigri koma heilt nær uppat KÍ, sum hevur truplan dyst tveir dagar seinni. Tipping: 2 (0-3)

B68-B36

Dystirnir har B68 er annað liðið tykjast sum oftast vera avgjørdir frammanundan. Onkrar góðar løtur eru í summum dystum, men so rapla málini inn og liðið tapir stórt. Hjá B36 er kravið ein sigur, tí liðini frammanfyri bara vinna hesa síðstu tíðina. B36 skal helst hava 9 stig í komandi trimum dystunum áðrenn teir møta HB. Á Svangaskarði eigur tað undir vanligum umstøðum ikki at blíva ein stórur trupulleiki hjá B36 at vinna. Tipping: 2 (0-3)

TB-AB

TB verður nógv betri mannað hesaferð enn seinast til ein dyst, sum kann nærum endaligt kann tryggja aldursforsetanum pláss í Effodeildini næsta ár. Tí við sigri fer TB 11 stig framum AB og tá vera bara 21 stig eftir at spæla um. Tí kann tað henda, at vit síggja eitt óvanliga uppsett AB lið, sum higartil ikki tykjast hava nakað av tí, sum AB liðini undanfarnu ár høvdu. Í Suðuroynni plagar eisini at hilnast illa hjá AB, so mest sannlíkt vinnur TB dystin, hóast hetta helst er síðsta útkall hjá AB at fáa TB aftur. Tipping: 1 (1-0)

Skála-NSÍ

Skála spældi ein góðan fyrra hálvleik á Summar Festivalinum, men ein sá eisini, hví Skála er liðið, ið hevur skorað fæst mál higartil í ár. Og tá so mótstøðuliðið skorar til 2-0, so er leyst og liðugt mentalt. Móti grannunum hevur Skála hvørki fingið stig ella mál í ár, men hetta er fyrsti heimadysturin, so tað kann vera, at vit fáa spenning nakað inn í dystin. NSÍ hevur vunnið fimm dystir á rað, meðan Skála hevur tapt tríggjar dystir á rað. Tí bendur nógv á, at NSÍ vinnur dystin. Leggur NSÍ seg á odda í fyrra hálvleiki, so kunnu tað blíva fleiri mál á muni, tá síðsta bríksl er farið. Tipping: 2 (0-3)

HB-KÍ

Størsti dysturin hetta umfarið og tí nakrar eyka reglur. Dysturin millum arvafíggindarnar hevur á stigatalvuni stóran týdning fyri bæði liðini hesaferð og á pappírinum kann talan blíva um ein sera spennandi og undirhaldandi dyst. Bæði liðini liggja í løtuni til at røkka málsetninginum, men skulu tey halda núverandi plássini á stigatalvuni, so hava tey brúk fyri øllum stigunum komandi umførini. HB hevur ikki mist stig á heimavølli móti KÍ síðani miseydnaða árið í 2011 og heimaliðið kemur til dystin við fimm sigrum á rað. Hinvegin hevur KÍ ikki heilt víst somu styrki eftir summarsteðgin sum undan summarsteðginum. ÍF dysturin var heilt miseydnaður, móti B68 var KÍ greitt betra liðið, men misti takið eina løtu í seinna hálvleiki, tá B68 kundi javnað og seinast var Skála liðið betra liðið í fyrra hálvleiki og kom eisini til góðar møguleikar. Mentalt skal KÍ eisini til at trúgva meir uppá, at tað ber til at vinna á HB í Gundadali enn ofta fyrr, tá HB ofta hevur vunnið lættliga. Tað kann hugsast, at HB í størri mun fer at hava bóltin eins og fyrra dystin í Gundadali millum liðini. So er spurningurin, um teir eisini megna at stýra tí, sum hendir eins og í seinna hálvleiki í fyrra dystinum í Gundadali. Seinastu trý árini hevur KÍ sum oftast vunnið í Klaksvík á HB, meðan HB hevur vunnið í Tórshavn móti KÍ. Tað er ikki óhugsandi, at tann gongdin heldur fram. Innanhýsis yvirtakið á heimavølli seinastu fimm árini, heimavøllurin og gongdin seinastu tíðina ger, at tað kanska er meir upplagt, at HB vinnur enn at KÍ fær stig. Tipping: 1 (2-1)