Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

200 campingvognar koma á Summarfestivalin

Jóhann Lützen

Áhugin fyri at búgva í campingvogni á Summar Festivalinum er sera stórur

 

Sløk 200 pláss á fimm ymiskum økjum í býnum eru tøk, og øll plássini eru tikin. 

Í onkrum einstøkum føri verður okkurt pláss latið inn aftur, og so kemur tað til sølu á søluportalinum.

Campingvognar fara at standa við ferjuleguna á Stongunum, á stadionøkinum, við Føroya Bjór, í Klaksvíksgarðinum og við Norðborg.