Í fínasta veðri leygardagin, bleiv var árligi MC-Boogie hildið í Klaksvík og var hetta fyri øll motorsúkkluáhugað í Føroyum
Møtt var á Shellstøðini við Ringvegin í Havn kl. 10, og koyrt var síðani suðureftir. Súkklurnar vitjaðu bátastevnuna á Toftum, áðrenn tey alt fylgi fór víðari til Klaksvíkar.
Á økinum runt Shellstøðina í Klaksvík var so MC-boogie hildið og vóru tað ymiskar kappingar og spøl. Nýstovnaða MC-felagið í Klaksvík, sum heldur til í kjallarnum á Shellstøðini, bjóðaði inn, og fingu gestirnir bæði vaflur, kaffi og annað gott.
Tað vóru uml. 200 súkklur og vóru øll sera vælnøgd við tiltakið.




