Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

2007 gjørdist eitt gott ár hjá TRYGD.

John William Joensen

Ársúrslitið gjørdist nevniliga eitt avlop áljóðandi kr. 6,9 mió. eftir skatt, sum er tað besta í søgu felagsins.

Tíðindaskriv frá TRYGD 07.03.2008 í sambandi við ársroknskapin

Gott úrslit í 2007

Roknskaparárið 2007 gjørdist eitt gott ár hjá TRYGD. Ársúrslitið gjørdist nevniliga eitt avlop áljóðandi kr. 6,9 mió. eftir skatt, sum er tað besta í søgu felagsins.

Framgongdin heldur fram
Rakstrarliga gongdin hevur verið nøktandi hjá TRYGD seinastu árini.

Um hugt verður eftir ársúrslitinum seinastu árini sæst, at TRYGD hevur flutt seg frá at hava kr. 1,9 mió. í avlopið í 2003, til kr. 6,9 mió. í 2007.

Í sama tíðarskeiðið eru tryggingarinntøkurnar fyri egna rokning øktar úr kr. 34,5 mió. í 2003, til kr. 65,2 mió. í 2007. Samlaðu tryggingargjøldini í 2007 vóru kr. 81,5 mió.

Um hugt verður eftir skaðaendurgjøldunum fyri egna roknin  seinastu 5 árini sæst, at hesi eru økt úr kr. 26,2 mió. í 2003 til kr. 36,1 mió. í 2007.

Tryggingartekniskt avlop í einum truplum marknaði Tryggingartekniska úrslitið, ið vísir sambandi millum tryggingarinntøkurnar og skaðaútgjøldini, er nøktandi hjá TRYGD í 2007. Úrslitið gjørdist eitt avlop áljóðandi kr. 4,2 mió. Harvið megnaði TRYGD nærum at halda góða støðið frá í fjør, tá úrslitið gjørdist eitt avlop uppá kr. 4,5 mió.

Tað hevur víst seg at verða trupult at fáa nøktandi rakstur innan tryggingarvinnuna seinnu árini. Kappingin hevur verið hørð, prísirnir lágir, og marknaðurin avmarkaður. Hóast hesar avbjóðingar, hevur tað eydnast TRYGD at hava yvirskot tá talan er um sjálvt tryggingarvirksemi.

Nevndin í TRYGD afturvald á aðalfundi

Á aðalfundi 29. februar 2008 vórðu teir limir afturvalir, sum stóðu fyri vali. Í nevndini sita Janus Petersen, nevndarformaður, Súni Schwartz Jacobsen, Niels Juul Andersen, Tummas Hanus Dam og Christian Andreassen.

Aðalfundur felagsins samtykti samstundis at útgjalda íalt 19,0 mió.kr. í vinningsbýti fyri árið 2007. Eginpeningurin hjá TRYGD við árslok 2007 er 85,3 mió.kr., sum er omanfyri 6 ferðir lógarkravdu upphæddina.

Ársroknskapurin fyri 2007 er tøkur á heimasíðu felagsins,

www.trygd.fo.

Vinarliga
P/F TRYGD