Hóast metstóra undirskotið á kr. 64 mill. er Sparikassin væl fyri og vert er at bíta merki í at innlánini eru vaksin góðar 300 mill. kr.
Árs- og samtaksroknskapurin hjá Norðoya Sparikassa er júst kunngjørdur og sum vantað er talan um eitt stórt undirskot. Tapini eru bæði í virðisbrøvum og í útlánum.
Niðurskrivingar uppá partabrøv eru 16 mill. kr. ímóti 2 mill. kr. í 2007. Eisini eru talan um niðurskrivingar í feløgum sum sparikassin eigur í uppá góðar 18 mill. kr.
Størsta tapið kemur frá burturleggingum í samband við útlán og er tað heilar 45 mill. kr. í 2008.
Vøkstur í innlánum
Vert er at bíta merki í at útlánsprosentið er farið niður um 100. Seinastu árini hava peningastovnarnir spent seg nógv út og tí er útlánsprosentið hjá peningastovnunum farið væl upp um tey hundrað prosentini.
Í 2008 vaksa innlánini í Sparikassanum munandi. Samanborið við 2007 eru innlánini vaksin góðar tríhundrað milliónir krónur.
Hyggja vit eftir lyklatølunum so sæst at gjaldføri hjá Sparikassanum er munandi batnað í 2008. Í 2006 var gjaldføri hjá sparikassanum 25,3 % yvir lógarinnarkrav. Í 2008 er gjaldførið 158,3% omanfyri lógarinnar krav. Sparikassin hevur eisini gjørt íløgur og eru ognirnar vaksnar úr 36 mill. kr. upp til 85 mill. kr.
Harða kappingin hevur kostað
Roknskapurin hjá Norðoya Sparikassa avspeglar tann veruleika at peningastovnarnir eru í harðari kapping um viðskiftafólk og tí hevur sparikassin mist nógv uppá útlán.
Samanumtikið mugu vit siga at úrslitið er vánligt – men tað skerst ikki burtur at sparikassin er sera tryggur og hevur dugað at umlagt virksemið til broyttu marknaðartreytirnar.
Harafturat vísur roknskapurin fyri 2008 at innskjótarar hava vaksandi álit á Norðoya Sparikassa.
NORÐLÝSIÐ




