Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

2012 gjørdist eitt gott ár

John William Joensen

Sambært roknskapinum hjá Klaksvíkar Kommunu hækkaðu inntøkurnar. Hetta er fjórða árið á rað at inntøkurnar hækka

Hetta er fjórða árið á rað at inntøkurnar hækka. Á býráðsfundi gjárkvøldi var roknskapurin hjá Klaksvíkar Kommunu 2012 endaliga samtyktur og borgarstjórin skrivar m.a. soleiðis um fíggjarstøðuna hjá kommununi:

Síðani 2010 hevur býráðið arbeitt miðvíst við einari vakstrarætlan, ið um síður hevur givið úrslit. Fólkatalið er seinastu 2 árini hækkað við 54 íbúgvum, og er hetta fyrstu ferð síðani 2004, at vit hava havt fólkavøkstur. 31. desember vóru 4.867 íbúgvarar í kommununi.

Fíggjarliga royndist árið væl, og er hetta 4. árið á rað, har inntøkurnar hava verið vaksandi. Inntøkurnar hækkaðu 3 mió. kr. og eru nú 159 mió. kr. Til samanberingar kann nevnast, at í 2009 vóru inntøkurnar 131 mió.kr.

Rakstrarútreiðslurnar vóru 100,7 mió.kr. samanborið við 98,7 mió.kr. í 2011.

Útreiðslurnar til rentustuðul og rentur av lánum vóru ávikavist 5,4 mió.kr. og 6,8 mió.kr. útreiðslurnar til íløgur vóru 36,2 mió.kr. Úrslitið áðrenn avdráttir gjørdist 10,4 mió.kr. og eftir avdráttir 2,2 mió.kr.

Rakstur

Býarplansarbeiðið helt fram í 2012. Skipað var fyri altjóða hugskotskapping, og inn komu 154 uppskot. Fyrst vóru 30 útvald, og eftir tað fór dømingin fram. Vinnarin av hugskotskappingini varð Henning Larsen Arkitektar. Miðað verður eftir at hava góðkendan býarplan kláran til seinnu hálvu av 2013.

Árið 2012 hevði fleiri spennandi avbjóðingar við sær. Fimm ferðamannaskip valdu at leggja leiðina framvið Klaksvík og Norðhavnina. Býráðið valdi at seta ein samskipara, ið skuldi menna nøkur tilboð til tey vitjandi. Ikki kann sigast annað enn, at hetta riggaði sera væl. Útlitini fyri at fáa fleiri ferðamannaskip í 2013 eru sera góð, og er málið at menna hendan partin enn meir. Inntøkurnar hjá Klaksvíkar Havn hækkaðu knappa 1 mió.kr. og komu upp á 8,6 mió.kr., sum er met.

Eisini varð ávíst arbeiði gjørt við at betra um karmarnar í húsinum, har Klaksvíkar Róðrarfelag hevur sítt dagliga virksemi. Stór umvæling av hølunum á Biskopstøð varð framt, har Kunningarstovan og Heimavirkið halda til. Mentanargrunnurin stuðlaði eisini ymiskum tiltøkum, ið vóru til frama fyri trivnaðin í kommununi.

Árligu tiltøkini, so sum Summarfestivalurin, Sjómannadagurin, Torradagarnir og Norðoyastevnan eydnaðust eisini sera væl. Sum kommuna eiga vit at vera stolt av hugagóðum eldsálum, ið veruliga ynskja okkara øki tað besta og eru klár at taka eina hond í.

Kunoyar kommuna og Klaksvíkar kommunu samdust um at økja samstarvið um skúlanæmingar. Hetta samstarv hevur riggað so mikið væl, at Kunoyar kommuna hevur ynskt, at skipanin heldur áfram. 3

Grundleggjandi orsøkin til vøksturin í inntøkunum er stóra virksemið í fiski- og alivinnuni. Uppisjóvarvinnan hevur uttan iva verið eitt gott íkast til økta virksemið bæði á landi og á sjónum. Vit vita, at fiskivinnan er sárbær, og tí er umráðandi, at fylgt verður væl við inntøkum og útreiðslum, so vit eru klár til at tillaga okkara virksemi samsvarandi. Tískil er tað eisini umráðandi fyri okkara kommunu, at samstarvið við vinnuna verður raðfest. Stóru íløgurnar og nógva virksemið, ið vinnan til dagligt ger í okkara samfelag, eru gull verd fyri okkara kommunu og tey fólk, ið her búleikast.

Landsmyndugleikarnir hava avgjørt at byggja vardar íbúðir á Brekku. Í tí sambandi samtykti býráðið at veita umleið 1 mió.kr. í stuðli til niðurtøku av teimum gomlu bygningunum og til planering. Í 2012 vóru 370 tkr. goldnar til endamálið, og í 2013 verður restin goldin.

Íløgur

Av íløgunum fór røktarheimið við 11,6 mió.kr., kloakkir 9,2 mió.kr. havnagerð og vegir við hvør sínum 3,2 mió.kr. Nevnast kann eisini, at seinna byggistig við innrætting av kjallaranum undir Sambýlinum á Heygum varð gjørt liðugt, og nú hava tey eldru fingið nýtímans samkomu- og venjingarhøli.

Fyrireikandi arbeiðið til bygging av nýggjum skúla á Ziskatrøð byrjaði í árinum, og nú verður farið undir projektering.

Tekningarnar til renovering og útbygging av svimjihøllini eru lidnar og klárt er at fara undir sjálvt arbeiðið. Eftir ætlan verður spakin settur í á sumri 2013.

Undir fastognum vóru pengar brúktir til ábøtur á Isenkram og Íverksetarahúsið, og játtanin til býarfríðkan fór til økið við Sandin og gongugøtu millum ringvegin Oman Eið og Rygsveg.

Arbeiðið í samband við útstykkingarnar úti á Norðoyri, Niðan Horn, Reyðhúsveg og á Hjalla hildu fram í árinum. Hetta eru arbeiði, sum steðgaðu upp á heysti 2008.

Kommunan hevur eini 40 grundstykki á sølulista, men av tí at peningastovnarnir eru varnir at veita fígging, er trupult at sleppa av við grundstykkini. Tó er tað okkurt, ið bendir á, at ein broyting er á veg, og tí er tað jaligt, at kommunan er klár til at taka ímóti nýggjum borgarum.

Spillivatnsarbeiðið gekk sum ætlað, og í 2012 var arbeitt upp á leiðingar við Uppsalagøtu, Vágsheygsgøtu, Nýggjaveg, Bøgøtu, Rygsveg og Mýriveg.

Vegadeildin fekk nýggjan gøtusópingarbil fyri 1,7 mió.kr., og gravimaskina varð keypt til Grótbrotið. 4

Á Klaksvíkar Havn vóru íløgur gjørdar í Ánunum, Árnafirði, Looknorth/Bakkafrost, ídnaðarøkinum á Strond og bil.

Av øðrum arbeiðum kunnu nevnast skúlagarðurin millum Ósáskúlan og Snjallubjallu, kirkjugarðurin í Mikladali, gøtuljós, vatnleiðingar og innilokan av Sambýlinum í Svínoy.

Skuld

Býráðið hevur sett sær sum mál at gjalda skuld niður, og í 2012 eru lánini minkað 8,2 mió.kr. Skuldin er nú 145,7 mió.kr. samanborið við 176 mió.kr. í 2008.

Tó at býráðið samtykti at yvirtaka KÍ-Høllina og Badmintonhøllina á býráðsfundinum í desember, er valt at taka hesa eyka útreiðslu við í roknskapinum fyri 2013. Orsøkin er, at tvær viðgerðir skulu til, og endaliga viðgerðin av málinum fellur í januar 2013.

Samanumtikið er eitt hendingaríkt ár farið afturum bak, og kunnu vit fegnast um, at goldið er niður uppá skuld, stórar og neyðugar íløgur eru gjørdar, og nógvur aktivitetur hevur verið í kommununi. Harafturat hava vit megnað at betra um gjaldførið við 2,2 mió.kr.