Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

2017 gjørdist næstbesta árið hjá KÍ hesa øldina

Jákup Ósá

Bara í 2016 hevur KÍ fingið fleiri stig hesa øldina.

2016 stendur framvegis sum besta árið hjá KÍ hesa øldina. KÍ vann løgmanssteypið og í landskappingini bleiv KÍ nummar 2 við 60 stigum. So nógv stig hevur KÍ ikki fingið áður í søguni.

Triðju ferð heiðursmerkið hesa øldina

KÍ hevur tríggjar ferðir fingið heiðursmerkið í landskappingini hesa øldina. Bronsu í 2002, silvur í 2016 og silvur í 2017. Kappingarárið 2017 gjørdist tað næstbesta nakrantíð í stigum hjá KÍ. Har skal havast í huga, at síðani 2005 eru 27 umfør leikt og at tað broytir fortreytirnar fyri stigum munandi.

Stig hjá KÍ síðani 27 umfør blivu leikt:

2005: 25 stig

2006: 45

2007: 33

2008: 28

2009: 24

2011: 34

2012: 45

2013: 28

2014: 36

2015: 41

2016: 60

2017: 52

Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag á facebook