21. Føroya Bjór Renningin verður í miðbýnum leygardagin 27. mai kl. 11.00 tá skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin.
Hetta er 21. ferð á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var fyri 20 árum síðani í 1997, at Treysti við Guttorm Sørensen á odda skipaði soleiðis fyri, at runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Árini frammanduan bleiv runnið úr Haraldsundi til Klaksvíkar.
Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.
Øll árini síðani renningin byrjaði í 1997 hevur luttøkan verið sera góð, og tað vóna vit, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin luttikið eisini.

Gentur eftir lokna kapping í 2000 Ein barnastartur í 2002
Startur vaksin á Skúlavegnum í 2009 Maria Biskopstø í 2009
Hjá øllum verða startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina.
Oddvør Josephsen í 2009 Gunnar Sivertsen í 2010
Skráin
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1972-2000) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1962-1971) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Superveteranar (f.1961 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2010 ella seinni) – 450 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2007-2009) – 450 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2004-2006) – 900 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.2000-2003) – 900 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri/innanfyri Norðoya Sparikassa
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.
Startur vaksin í 2011 Jón Rasmussen kemu á mál 2011
Vælnøgdir rennarar í 2011 Vibeka Sivertsen kemur á mál í 2011
Eisini ber til at eftirtilmelda seg í deildini hjá Norðoya Sparikassa, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja, og tá er kostnaðurin kr. 80 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn. Allir luttakarar verða bidnir um at møta í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.
Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.
Startur vaksin í 2012 Sámal Júst Z. Dahl hevur mangan luttikið. Her í 2012
Magnus Henriksen í 2012 Kaffi og annað gott er altíð at fáa




