TB hevur “lættan” dyst móti botnliðinum í dag og væntandi verður tað ótrúliga tætt í botninum í kvøld.
Í blaðnum hjá Norðlýsinum verður mett og tippað um allar dystirnar til komandi umfar. Soleiðis verður skrivað um 07Vestur-TB:
07Vestur-TB
07Vestur kann bíta frá sær á heimavølli til tíðir og íbyrjanini av kappingarárinum vunnu teir greiðan sigur móti TB. Men síðani tá erstøðan nógv broytt og 07Vestur hevur longur ikki nakran realistiskan møguleikaat bjarga sær í deildini. TB vísti í Klaksvík seinast góðan hugburð og m.a.venjara effektin fer helst at viðvirka til annan úti sigurin á rað hjá TB, sumannars vanliga í nýggjari tíð ikki vinnur á útivølli. Tað er eisini trýst á TBfyri at fáa 3 stig her, tí hesin dysturin er teirra lættasti, ið er eftir hettakappingarárið. Tipping: 2
AB-HB dysturin er útsettur og KÍ verður ikki mett at hava stórvegis møguleika í Runavík móti væl koyrandi NSÍ liðinum. Gongur alt sum væntað, so sær stigatalvan í botninum soleiðis út í kvøld:
7. AB 22 stig
8. TB 22 stig
9. KÍ 21 stig




