Tað tók bert tríggjar minnuttir at drepa grindina sum legði beinini í Klaksvík í gjár
Av politistøðini verður sagt at drápið vardi einans tríggjar minuttir og at grindin taldi 24 hvalir og 258 skinn.
Hon bleiv bítt í 471 drápspartar harav 336 vóru tilmeldaði á báti og 135 á landi.




