Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

25. umfar: KÍ hevur truplari dyst enn Víkingur

Jákup Ósá

Metingar: Mótstøðuliðið hjá KÍ hevur í ár fleiri ferðir fingið stig móti topp 3 liði á heimavølli, meðan mótstøðuliði hjá Víkingi ongantíð hevur fingið stig móti topp 3 liði á útivølli.

Sunnudagin er 25. umfar í Effodeildini á skránni. Spenningurin er í løtuni størstur í toppinum, meðan bæði stríðið um 4. plássið og niðurflyting tykist vera avgjørt, um ikki okkurt heilt óvanligt hendir seinastu umførini. 

Mótstøðuliðið hjá KÍ hevur í ár fleiri ferðir fingið stig móti topp 3 liði á heimavølli, meðan mótstøðuliði hjá Víkingi ongantíð hevur fingið stig móti topp 3 liði á útivølli. Niðanfyri metir Jákup Ósá, ítróttarskrivari hjá Norðlýsinum, um 25. umfar í Effodeildini. 

B68 – HB 
Dystur millum tvey lið, sum einki hava at spæla fyri. Bæði liðini hava verið vónbrot í ár. Ikki beinleiðis vegna teirra støðu á stigatalvuni, men meir tað, at liðini ikki hava klárað at hingið í longri. Hjá HB tóktist alt raplað móti endanum seinasta dyst, tá fleiri reyð kort eisini komu. HB er væl betri enn B68 og eigur at vinna tryggan sigur, um teir í HB ikki eru farnir í vetrarfrí. Tipping: 2 (0-3)

ÍF – Skála 
Eisini ein dystur, sum ongan týdning hevur. Liðini koma at enda sum nummar 6-8 og so er spurningurin, hvør leggur mest fyri í tí støðuni. ÍF tapti seinast og hevur kanska mest at prógva, meðan Skála er í einari góðari gongd við tveimum sigrum á rað. Eitt ár áleið sum væntað hjá ÍF út frá mínum vónum, tó kanska við ov fáum avrikum sum teimum ímóti HB og KÍ fyrr í ár. Skála hevur staðið royndina sum uppflytari og kring Skála liðið eiga tey at vera væl nøgd við kappingarárið. Tipping: 1 (2-1)

Víkingur – TB 
So kemur ein dystur, sum hevur týdning. Víkingur reisti seg skjótt eftir tapið móti KÍ. Í Sarpugerði tykist einki annað lið enn KÍ at fáa nakað við sær í ár. TB hevur havt eina góða gongd undir Sigfríði S. Clementsen, men tað er í høvðusheitum móti liðum á niðaru hálvu á stigatalvuni. Tá hann tók yvir var eitt stig niður til niðurflytingarstrikuna, meðan tað nú eru 11 stig. Á útivølli hevur TB einki stig fingið móti topp 3 liðunum, og tað verður neyvan heldur hesaferð. At TB liðið nú eisini sleppur at eta búff ístaðin fyri kylling áðrenn dyst ger kanska eisini, at vit koma at síggja nakrar tungar leikarar á vøllinum seinnapartin sunnudagin. Tipping: 1 (2-0)

B36 – NSÍ 
Í løtuni tykist tað vera nokkso vist, at NSÍ endar nummar 3 og B36 nummar 4. Men vinnarin her kann framvegis droyma um at koma hægri upp við hjálp frá øðrum, meðan taparin ikki kann føla seg heilt tryggan í at detta longur aftur á stigatalvuna. Hetta eru tvey lið, sum eg havi sæð móti KÍ seinastu vikurnar, har bæði tvey vístu styrki. B36 megnaði at trýsta KÍ langt aftur á vøllin næstan allan seinna hálvleik og fekk uppiborið stig til endans, meðan NSÍ mennist, og nú ikki longur er nakar tryggur tapari, tá toppdystirnir eru. Hetta er ein dystur, sum kann fara báðar vegir. B36 hevur kanska í løtuni eitt lið, sum er sterkari á øllum plássum, men NSÍ skal ikki avskrivast. B36 hevur seinastu árini vunnið hesar dystirnar í Gundadali móti NSÍ, so tað fari eg at halda meg til. Men NSÍ á einum góðum degi kann fáa eitt ella trý stig. Tipping: 1 (1-0)

AB – KÍ 
KÍ hevur truplari dyst enn Víkingur hetta umfarið, tí meðan TB einki stig hevur fingið á útivølli móti topp 3 liðunum, so hevur AB á heimavølli fingið stig móti bæði KÍ og Víkingi fyrr í ár. Dysturin á Argjum er spennandi. AB vann á útivølli móti HB og tá eg síggi, hvat lið argjamenn spæla við í løtuni, so síggi eg nógvar royndar leikarar, sum hava dygdir. Hóast eg ikki vænti, at AB spælir fyri at yvirliva, so ynskir eitt lið altíð at gera fortreð í oddastríðnum. KÍ liðið er skert til dystin, serliga hvat leiðaratypum viðvíkur. Liðskiparin Jonas F. Rasmussen hevur leikbann, meðan Súni Olsen helst situr uttanfyri við skaða. Hetta eru royndir leikarar, sum hava gingið á odda, tá harðast hevur leikt á. Tað setur krøv til hinar leikararnar um at taka ábyrgd. Eg helt ikki, at tað var galið við KÍ hugburðinum móti B36 og innsatsurin var í lagi. Men dystargongdin og eitt gott B36 lið gjørdu, at B36 hevði bóltin størsta partin av seinna hálvleiki. Skal KÍ varðveita 1. plássið so skal minst eitt stig til. Seinast liðini møttust á Argjum var talan um javnan dyst, sum endaði 1-1. AB hevur á Argjum ongantíð tapt við meir enn einum máli móti nøkrum topp 5 liði og liðið hevur fingið stig móti bæði KÍ og Víkingi. So tað er ikki lætt at spæla á Argjum. KÍ hevur tikið seg nógv fram síðani fyrra dystin á Argjum, men tað hevur AB møguliga eisini, nú liðið vann í Gundadali seinast. Tí verður talan mest sannlíkt um ein spennandi dyst. Tá AB vinnur í Gundadali og eisini fyrr í ár hevur spælt upp ímóti KÍ á heimavølli, so kunnu teir eisini fáa stig hesaferð, men eg tippi ein tepran sigur til KÍ. Har skal tó eisini havast í huga, at umstøðurnar kunnu fáa ein týdning, tí nú eru vit komin langt út á árið og tað er meir og meir vanligt at veðrið ikki er av tí besta. Tipping: 2 (1-2)


AB og KÍ spældu fyrr í ár 1-1 javnleik á Argjum í 7. umfari. Málini kunnu síggjast niðanfyri: