Ein ungur maður úr Eysturíki hevur saman við 25.000 øðrum Facebook-brúkarum saksøkt Facebook fyri at gera seg inn á evropeiska lóggávu.
Tað er ein 27 ára gamal jura-lesandi maður í Eysturríki, sum stendur á odda fyri sakarmálinum móti Facebook fyri at gera seg inn á evropeiska lóggávu um friðin hjá sjálvlívinum.
Í sakarmálinum, sum fólk í fleiri londum fylgja væl við, hava Max Schrems og 25.000 aðrir Facebook-brúkarir saksøkt væl umtókta sosiala miðilin fyri bróta evropeiska lóggavu.
Millum annað krevja saksøkjararnir skaðabøtir fyri tað, sum tey halda vera ólóglig sporan av dáta hjá brúkarunum og fyri leiklutin hjá Facebook í umstrídda eftirlitsskipanini Prism hjá amerikukonsku trygdartænastuni NSA.
Sakførararnir hjá Facebook royndu tó at sannføra dómaran, at sakarmálið ikki kann góðtakast innan lóggevingina í Eysturríki og vístu til fleiri skeivleikar í sakarmálsframferðarháttinum.
Schrems vísir tó hesum aftur og vil vera við, at hetta er ein lættur teknikkur hjá Facebook at brúka fyri at leingja um viðgerðartíðina hjá sakarmálinum.
– Hetta er ein eyðkend ætlan hjá teimum, tí teir vita, at flestu Facebook-brúkararnir hvørki hava nóg mikið av tíð ella pengini til eitt drúgt sakarmál, segði hann við fleiri miðlar á tíðindafundi herfyri.
– Grundleggjandi biðja við Facebook um at gevast við hesum hópeftirlitinum, sum tey fremja í løtuni og um at orða ein veruligan politik rundan um sjálvlívi hjá fólki, sum eisini vanlig fólk kunnu skilja. Vit biðja eisini um, at Facebook gevst við at savna saman dáta um fólk, sum ikki eingong eru brúkara á Facebook, leggur tann 27 ára gamli Schrems dent á.
Sakarmálið er lagt móti evropeisku høvuðsstøðini hjá Facebook í Dublin, sum skrásetir allar Facebook-brúkarar uttanfyri USA og Canada. Tað vil siga umleið 80% av teim 1,35 milliardum brúkarum.
Í fyrsta umfari skal dómstólurin í WIen tó taka støðu til, hvørt sakarmálið kann gerast veruleiki ella ikki. Avgerðin um hetta verður kunngjørd einaferð áðrenn summar.
Kelda: www.eb.dk, www.berlingske.dk




