Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

26 løgtingslimir sent áheitan til stjóran í Kringvarpinum

John William Joensen

Undirritaðu løgtingsmenn úr øllum flokkum á tingi fara við hesum inniliga at heita á stjóran og programmleiðsluna í Kringvarpinum um at vísa øllum hesum áheitanum ta virðing at seta endursendingina av morgunlestrinum á skránna hjá útvarpinum aftur beinanvegin, skriva teir 26 tinglimirnir m.a.

28. jan. 2009

Kringvarp Føroya
Tórshavn
att.: Annika Mittún Jacobsen

Tað hevur vakt stóran ans og miklan harm kring landið, nú Kringvarp Føroya hevur tikið tað óskiljandi avgerð at taka endursendingina av morgunlestrinum í útvarpinum av skránni, og mongd av fólki hava saman við Kristiligum Lurtarafelag, Føroya Biskupi og Fólkakirkjuni vent sær til Kringvarpið við áheitan um at fáa hetta aftur á skránna.

Undirritaðu løgtingsmenn úr øllum flokkum á tingi fara við hesum inniliga at heita á stjóran og programmleiðsluna í Kringvarpinum um at vísa øllum hesum áheitanum ta virðing at seta endursendingina av morgunlestrinum á skránna hjá útvarpinum aftur beinanvegin.

Vinarliga,

Bjarni Djurholm
Alfred Olsen
Kári P. Højgaard
Heini O. Heinesen
Andrias Petersen
Bill Justinussen
Jógvan á Lakjuni
Helgi Abrahamsen
Kári Petersen
Heðin Zachariassen
Annita á Fríðriksmørk
Eyðgunn Samuelsen
John Johannesen
Rodmundur Nielsen
Karsten Hansen
Edmund Joensen
Anfinn Kallsberg
Bjørn Kalsø
Poul Michelsen
Mikkjal Sørensen
Tórbjørn Jacobsen
Jaspur Vang
Jákup Mikkelsen
Gerhard Lognberg
Vinjard Johansen
Marjus Dam