Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

28 hitastig í Klaksvík – Norðlýsið heldur SIESTA

John William Joensen

Sólin hevur bakað oman yvir Klaksvík síðan fyrireikingarnar til Norðoyastevnu byrjaði og í dag er aftur bláur himmal, eingin vindur og hitamátarin hjá Norðlýsinum vísir í løtuni 28 hitastig.

Sólin hevur bakað oman yvir Klaksvík síðan fyrireikingarnar til Norðoyastevnu byrjaði og í dag er aftur bláur himmal, eingin vindur og hitamátarin hjá Norðlýsinum vísir í løtuni 28 hitastig.

Vit hava tí avgjørt at halda siesta seinrapartin og verða fysiskt at hitta úti í Taravík har redaktiónin fangar kombik saman við øðrum. Eru tó altíð at hitta á tlf 229682.

Heitt verður á allar føroyingar, sum eru troyttir av ólavsøkusirmi, at bera skjótt at – taka bil ella buss og seta kós á Klaksvík – Ársins summarbýur!

Blaðið kemur til haldarar og leysasølur hósdagin, sum vanligt og tí arbeiða vit allan grundlógardagin.

Deadline er mikudagin (ímorgin) á middegi.

Á middegi vóru vit við myndatólinum í býnum.

Harleywoodpaint