Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

3. PARTUR: TÁ “RUDDINGIN” AV SKOTSKA HÁLANDINUM FÓR FRAM Í 19. ØLD

Alex Sólstein hevur týtt úr enskum

Alex Sólstein hevur umsett stuttsøguna “CHILDREN OF THE HIGHLAND CLEARANCES” úr enskum. Hon hevur verið prenta í blaðnum í 2015. Vit fara at seta ein part á heimasíðuna um dagin, í alt 4 partar. Ger so væl 


FAKTORSONURIN

Tá eg verði stórur, so ætli eg mær at vera bóndi. Eg fari at hava fleiri túsund seyðir. Tað sigur pápi. Seyðahald er framtíðin í Hálandinum. Pápi mín eitur William Gunn, og hann er ein kendur maður. Hann er faktor hjá hertoganum av Sunderland, og vit búgva í einum hugnaligum húsum í Golspie, tætt við Dunrobin Castle, slotti hjá hertoganum. Hertogin er ofta burtur, og pápi mín tekur sær av øllum fyri hann.

Eg royni at gera míni skúlating, so eg fari at duga væl at lesa, rokna og skriva. Tað má ein bóndi duga. Nøkur av børnunum her um leiðir ganga ikki í skúla. Eg kenni nøkur av teimum. Tey duga ikki enskt, men tosa bara geliskt. Eg dugi eitt lítið sindur av geliskum, men eg má ansa mær, tá eg tosi við tey. Tí hoyrir pápi mín, so verður hann í øðini. Hann sigur, at hatta er eitt avoldað mál, og tað skuldi verið bannað at tosað tað. Øll áttu at tosað enskt sum drottningin, og hann sigur at “geliskt er fyri villmenn”. Her í Golspie eru øll líka høvisk móti pápa mínum, og menn taka húgvuna av høvdinum, tá teir møta honum á vegnum. Viðhvørt teska tey honum okkurt í oyra og siga honum okkurt um onnur. Tað finnast fólk, sum gera okkurt óregluligt so sum at fiska í áunum hjá hertoganum um náttina ella fara oman í fjøruna at henta skejlar og øður, sum eisini hertogin eigur. Tí alt her um leiðir eigur hertogin. Pápi mín hevur verið noyddur at senda fólk av bygdini, tí tey hava gjørt okkurt tílíkt. Men mammu dámar tað einki og hevur altíð ilt av tí, tá okkurt sovorðið hendir. “Hasi fólkini vóru svong,” havi eg einaferð hoyrt hana siga við pápa. “So kunnu tey fara onkra aðra staðni,” segði pápi. “Gev teimum bara eitt sindur, so eru tey aftur og bidda. Fólk mugu gera sína skyldu.” Eg var sjúkur fyri nøkrum døgum síðani, og tá eg var komin fyri meg aftur, tók pápi mín meg við sær út í aðra bygd. “Tað er gott at fáa eitt sindur av frískari luft,” segði hann, “vit mugu fáa roða aftur í kjálkarnar, so tú ikki gongur runt sum ein bleikapisa.” Eg sat errin framman fyri hann á stóra, brúna hestinum. Eini tjúgu mans riðu aftan fyri hann eftir gøtuni niðan heyggjarnar. Sólin skein, og allir tosaðu og læðu. Ein maður hugdi at mær og spurdi pápa, ”Breðgur hann til tykkara?” “Tað vóni eg,” svaraði pápi og streyk mær eftir hárinum. Vit komu til eitt stað, har tað vóru markir og hús í einum grønum dali. Har stóðu konur og børn og bíðaðu, tá vit nærkaðust, og tey fóru øll at gremja seg og gráta og løgdu seg bønandi niður á knæ framman fyri pápa, tá hann steðgaði hestinum. “Sleppið tykkum burtur! Gera tit nakra mótstøðu, so skal eg fáa hermenninar at skjóta heysin av tykkum øllum!” rópti hann við harðari og grimari rødd. So veittraði hann á menninar. Teir fóru av hestunum og runnu ínn í húsini og fóru undir at tveita innbúgv og húskiráð út í tún. Eg sá ein gamlan mann verða bornan út í seingini. Skjótt sást roykur frá eldi. Menninir hjá pápa mínum høvdu sett eld á tømdu húsini. Við arminum um meg sat pápi á hestinum og hugdi at. Hann gav mær eitt súrepli at eta. “Hvat gera teir, pápi?” spurdi eg. “Hví bera teir seg soleiðis at?” “Hesi fólkini skilja tað ikki,” segði hann. “Tey mugu burtur. Tú kanst ikki bara koyra seyð inn á heyggjarnar og brekkurnar, hann má eisini sleppa oman í grønu dalarnar at bíta gras. Menninir sunnan av landi fara at gjalda hertoganum nógvar pengar fyri at hava seyðahald her. Øll hesi fólkini hava fingið ávaring fyri langari tíð síðani um at flyta. Bara tí at tey altíð hava búð her, so halda tey, at tey kunnu vera her í allar ævir.” “Men pápi, tey gráta. Hvar skulu tey fara?” “Tað eru ov nógv til av teimum,” segði hann. “Eg eri líka glaður, hvar tey fara, bara tey fara higani og burtur av økinum hjá hertoganum.” “Men eigur hertogin ikki alt landið?” “Tú ert ov ungur at skilja tað,” segði pápi mín. “Hesi fólkini hava einki virði, tey eru uttan týdning. Hygg at húsunum hjá teimum – ikki frægari enn seyðaból. Tey duga ikki so frægt sum at tosa enskt. Hetta er tjúgunda øld, ikki miðøldin. Tey mugu læra at fylgja tíðini.” Tá vit riðu aftur til Golspie kendi eg brendaroykin á kotinum hjá pápa. Onkurstaðni á vegnum gjørdi eg av, at eg ikki ætlaði mær at gerast seyðabóndi. Men eg segði tað ikki fyri pápa. Eg haldi ikki, at hann hevði skilt tað.


FRAMHALD