Metingar: Gamli klassikarin, Suðuroyar uppgerð og FM vinnarar móti oddaliðið.
Metingar: Gamli klassikarin, Suðuroyar uppgerð og FM vinnarar móti oddaliðið. Jú, 3. umfar í Effodeildini leygardagin og sunnudagin er áhugavert við nógvum – at síggja til – spennandi dystum, har uppgerðin í Klaksvík kanska stingur seg upp sum tann, sum hevur nakað eyka yvir sær.
Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, metir soleiðis um dystirnar á heimasíðuni hjá FSF:
EB/Streymur-ÍF 2
Hesi bæði liðini eru helst nøgd við byrjanina í ár, hóast tey ikki hava vunnið nakran dyst enn. Tað er í dystum sum hesum á heimavølli, at EB/Streymur skal satsa uppá at fáa stig og helst sigrar. ÍF er uttan Adeshina Lawal, men liðið hevur nógvar góðar álopskendar leikarar og eigur tí at kunna skora neyðugu málini móti einum verjuparti hjá EB/Streymi, sum ikki sá ov góður út móti NSÍ. Spurningurin er so, hvat leikarar sum Leif Niclasen og Rasmus Dan Sørensen kunnu gera móti ÍF verjuni. Eg vænti teir kunnu fáa okkurt mál, men ÍF dregur longra stráið í einum tøttum dysti.
FC Suðuroy-TB X
Sera áhugaverd oyggjauppgerð millum báðar uppflytararnar. FC Suðuroy hevur nú allar útlendingarnar tøkar til fyrsta heimadystin. TB manglar framvegis Albert Adu vegna leikbann og slíkt kann spæla inn. Tá hesi liðini møtast í Vági er talan sum oftast um tættar og javnar dystir. Bæði liðini eru eitt sindur trýst til at fáa stig. Dysturin fer at geva okkum eina ábending um, hvat av liðunum í Suðuroynni hevur best møguleika fyri at yvirliva í deildini. Eg havi trupult við at síggja nógv mál koma í hesum dystinum, og onkursvegna kunnu bæði liðini liva við einum javnleiki.
AB-Víkingur 2
AB hevur havt gott tak á Víkingi seinastu tvey árini. Av seks dystum hevur Víkingur bara vunnið tvær ferðir, meðan AB hevur vunnið tríggjar ferðir. Bæði liðini høvdu helst ynskt at havt fleiri stig eftir tvey umfør, enn tey hava. Tann annars roynda verjan hjá Víkingi hevur longu latið fimm mál inn, og hetta er helst eitt fokus punkt til venjingarnar í Sarpugerði hesa vikuna. Tað fer at geva úrslit, har AB ikki fær meir enn hægst eitt mál. Síðsta ár, tá Víkingur seinast vitjaði á Argjum vann liðið 3-0. Eg vænti, at Víkingur fær sín fyrsta sigur í landskappingini hesaferð.
B36-NSÍ 1
Enn ein áhugaverd uppgerð í hesum 3. umfarinum. Trýst er á B36, meðan NSÍ kann taka tað meira róligt eftir seks trygg stig í fyrstu umførunum, har væl smurda álopsmaskinan hjá runavíkingum hevur koyrt væl móti ”veikum” liðum. Tað undrar meg, at B36 liðið letur so nógv mál inn higartil í ár. Hinvegin vísir liðið góðan stríðsvilja at koma afturíaftur, tí liðið hevur ofta verið aftanfyri. NSÍ tapir næstan altíð í Gundadali og skal mótprógva tosinum um, at liðið bara vinnur móti botnliðunum. Eg vænti, at B36 verjan heldur NSÍ til ikki at skora meir enn eitt mál, ið er nokk til at fáa ein sigur. Tí verjuparturin hjá NSÍ letur fleiri mál inn, um hann verður settur undir trýst.
KÍ-HB X
Tað er kanska avmarkað, hvønn týdning ein dystur kann hava so tíðliga í kappingini. Men áskoðararnir fáa ikki størri dyst so tíðliga í kappingini. KÍ – við fleiri púra óroyndum leikarum – vann tryggan sigur á FC Suðuroy, meðan HB spældi javnt fyri aðru ferð í ár, tá tað vitjaðu ÍF. Tí er trýstið nakað størri á HB undan hesum dystinum, tí vinna klaksvíkingar, so vera fimm stig á muni millum liðini. KÍ hevur brotið vánaligu gongdina móti HB í Klaksvík, tí í fjør vann liðið fyri fyrstu ferð í 9 ár og í Klaksvíkskappingini vann KÍ eisini á HB, sum altíð tykist sera uppsett til dystirnar í Klaksvík. Eg vænti ein sera undirhaldandi dyst, sum kann fara báðar vegir. Dysturin í Klaksvík millum hesi bæði liðini er næstan aldrin eitt vónbrot. Ein kann grundgeva fyri bæði at tippa ein KÍ sigur og ein HB sigur. 7 av 10 dystum í Effodeildini í ár eru endaðir við javnleiki, og í hesum dystinum er javnleikurin meira upplagdur enn í nógvum øðrum dystum.




