Við 2 málum av áleyparanum Rodrigo og síðan 2 av hangandi áleyparanum Símuni Joensen vann KÍ 4-1 á B68 á Svangaskarði leygarmorgunin.
Hendan venjingardystin var serliga mikvøllurin hjá KÍ mannaður øðrvísi enn higartil í ár, meðan B68 hendan dystin var skert, tí teir manglaðu onkrar av útlendingunm.
KÍ var eisini nógv tað betra liðið og vann rímiliga lættliga dystin.
KÍ byrjaði við hesi liðuppstilling:
Jákup Mikkelsen er burturstaddur í løtuni, og Mathias Samuelsen stóð í málinum.
Harley Bertholdsen á høgra bakki, Ovi Nysted og Jan Andreasen í miðverjuni og Dánjal Pauli Lervig á vinstra bakki.
Mitt á miðjuni vóru teir tríggir: Kristian á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen og Símun Joensen, harav Símun var tann mest framrættaði og spældi sum ein hangandi áleypari.
Høgri vongur var Bjarni Jørgensen og vinstri vongur Heðin á Lakjuni.
Fremstur var Rodrigo.
Onkrar útskiftingar vóru gjørdar.
Í hálvleikinum kom John Hammer inn fyri Kristian á Lakjuni, og Sigmund Jacobsen kom inn á vinstra bakkin fyri Dánjal Paula Lervig. Hetta var sostatt hansara fyrsti dystur síðan skaðan í fjør summar.
Tíðliga í seinna hálvleiki setti venjarin Ára Samson inn í miðverjuna fyri Jan Andreasen, Jógvan Isaksen inn á høgra bakk fyri Harley Bertholsen og Steffan Kalsø varð skiftur inn fyri Símun Joensen.
Rodrigo gjørdi málini til 1-0 og 2-0. Tað eina gjørdi hann við einum lobb-skoti nokkso langt útifrá, og hitt eftir eitt innlegg úr vinstru frá Heðini á Lakjuni.
Síðan var tað Símun Joensen, sum fór í gongd, tí hann gjørdi bæði tey næstu málini til 3-0 og til 4-0, áðrenn B68 fekk eitt troystarmál.




