Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

30 ár í starvi hjá Nes kommunu

nes.fo

Í ár hevur Aksel Højgaard verið í 30 ár í starvi hjá Nes kommunu. Hann byrjaði á vári í 1995 sum arbeiðsformaður. Seinni gjørdist Aksel leiðari á Teknisku deild, og seinastu tvey árini hevur hann mest arbeitt við at skráseta vatn- og kloakkskipanina hjá Nes kommunu.

 

Í hesi 30 árini hevur Nes kommuna ment seg munandi, so dagligdagurin er eisini sera nógv broyttur í fyrisitingini. 

Á lítlari samkomu á kommunuskrivstovuni fríggadagin takkaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Akseli Højgaard fyri trúgva og drúgva tænastu. Hann handaði honum eina gávu saman við blómum og ynskti honum alt tað besta og framhaldandi blíðan byr.