Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

30 ár síðani Jákup B. og Klakkur vórðu keyptir frá Føroya Banka

Jógvan Skorheim

17. september 1993 skrivaði Norðlýsið, at Grímur Lassen hevði keypt Jákup B. og Líggjas Johannesen hevði um sama mundi keypt Klakk. Báðir bátarnir vórðu keyptir frá Føroya Banka, ið stutt framanundan hevði keypt teir frá Kjølbro.

Norðlýsið skrivaði um keypið, hóast fólk hjá Føroya Banka ikki vóru serliga tíðindafróð. Tó hevði Norðlýsið fingið eina stutta viðmerking frá Líggjasi og Grími, og teir vóru sera spentir upp á at sleppa í gongd. Ætlanin var at skunda sær til Íslands við bátinum, men fyrst skuldi hann til klassingar.

Prísurin fyri línubátarnar var 2,5 mió. kr. stykkið.

Í dag eru bæði skipini skift út við nýggj og snotilig frystilínuskip.