Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

30.000 krónur í eykaskatti til 100 familjur

Danial Viðoy

Samdøgursfrádrátturin skal takast av, og hetta kemur at merkjast hjá fiskimonnum og familjum teirra.

Samdøgursfrádrátturin skal takast av, og hetta kemur at merkjast hjá fiskimonnum og familjum teirra.

Av tí at norski kursurin er minkaður nógv, hava føroyskir fiskimenn í Noregi seinastu tíðina fingið 20% í lønarlækkan. Men nú eru hesir offur í skatta- og avgjaldsøðini hjá samgonguni.

– Samgongan ætlar at fáa tríggjar milliónir krónur inn við avtøkuni av samdøgursfrádráttinum, og tá vit vita, at tala er um áleið hundrað mans, ið sigla við norskum fiskiskipum, verður tað 30.000 krónur í part til hvønn, endurgevur Dagblaðið Jørgen Niclasen í tinginum í gjár.

Onkur í samgonguni royndi at føra fram, at tað var órættvíst móti føroyskum fiskimonnum við føroyskum skipum, men hesir eru jú við hús, tá teir eru heima.

– Tað er einki, ið kann rættvísgera eina eyka skattabyrðu á 30.000 krónur. Vit politikarar fáa jú dagpening, tá vit eru uttanlands í politiskum ørindum, og tað er væl meira enn samdøgursfrádrátturin. Men tað verður ikki rørt, sigur Jørgen Niclasen.

Hví velja nakrar fáar burturúr?

Føroyskir fiskimenn í Norra rinda sjálvir beinleiðis ella óbeinleiðis fyri flogferð og fyri hotell, bæði til og frá skipið. Tí kunnu teir ikki samanberast við fiskimenn í Føroyum.

Hann undrast eisini á hvat tað er, sum hevur fingið samgonguna at pilka júst hesar hundrað fiskimenninar út, sum fiska við norskum fiskiskipum.

– Fleiri teirra eru ungir, og hava kanska júst sett búgv. Øll kunnu ímynda sær hvat tað merkir fyri hesar familjur, knappliga at fáa eina eyka skattarokning upp á 30.000 krónur, sigur Jørgen Niclasen.

Hann ivast ikki í, at samgongan við hesum uppskoti lættliga kann fáa eina minni inntøku til landskassan, heldur enn tríggjar milliónir krónur eyka.

– Tað skulu bara einir 12 av hesum fiskimonnum finna sær annað starv, eitt nú í Grønlandi – ella teir gera av at leiga sær eina íbúð í Noregi. So eru hesar tríggjar milliónirnar burtur. Og eg rokni ikki við, at eg taki feil, tá eg sigi, at tað verða fleiri enn so sum velja tað. Og so er hendan eyka inntøkan knappliga vorðin enn ein útreiðsla hjá landskassanum, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.