Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

31 ár síðani klaksvíkingur umboðandi KÍ skoraði á landsliðnum

Jákup Ósá

Vit skulu 15 ár aftur fyri at finna seinast ein klaksvíkingur skoraði á landsliðnum og 31 ár aftur fyri at finna ein klaksvíking umboðandi KÍ skora.

Jákup B. Andreasen avgjørdi í kvøld landsdystin í Nations League móti Litava. Hann er sætti klaksvíkingurin, sum skorar á landsliðnum, síðani Føroyar gjørdust limir í FIFA og UEFA.

 

Leikararnir eru:

10 mál: Rógvi Jacobsen

9: Todi Jónsson

3: Kurt Mørkøre

1: Jákup B. Andreasen

1: Heðin á Lakjuni

1: Allan Mørkøre

 

Og vit skulu aftur til 2007 fyri at finna seinast, at ein klaksvíkingur skoraði seinast á landsliðnum, tá Rógvi Jacobsen skoraði á útivølli móti Italia 21. november. Og skulu vit finna seinast, at ein klaksvíkingur skoraði og samstundis umboðaði KÍ, so skulu vit aftur til 1991, tá Todi Jónsson skoraði móti Turkalandi. Telja vit ikki venjingardystir við, so skulu vit aftur til 1990, tá Allan Mørkøre skoraði móti Danmark.

 

So dagsins mál hjá KÍ-liðskiparanum var søguligt uppá fleiri mátar.

 

Kelda: FaroeSoccer

Harleyfacadeacryl