Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

340 litur flamingokassi

John William Joensen

Looknort hevur evnað til ein flamingokassa, ið tekur 340 litrar, sum lastar 250 kg. Kassin sera væl egnaður til flutning av stórum fiski, eitt nú kalva.

Árni Skaale, stjóri á Looknorth sigur við Norðlýsið, at teir eru ovfarnir av stóra áhuganum fyri nýggja kassanum á Fish Fair framsýningini á Hálsi í Havn.
Sum sagt er kassin sera væl egnaður til fluttning av stórum fiski og eisini síggja menn ein møguleika í hesi nýggja flutningsílati tá talan er um sokallaðar off-track útfluttningsvørur, við tað at útflytarar við at nýta flamingokassar í staðin fyri teir traditionellu ikki noyðast at hugsa um at fáa kassarnar aftur.
Kassin er gjørdur til kontainarafluttnings, soleiðis at hann passar inn í kontainarar og hevur tí ikki kendu europaplattamát.
Stødin á kassanum er: hæddin, við loki, 65 cm, breidd 80 cm og longd 117 cm.

Harleyfacadeacryl