Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

3.420 HARUR SKOTNAR Í FØROYUM Í FJØR

Tíðindaskriv

Hetta er bert ein triðingur av tí, sum var skotið í 2014, tá teir fingu 9.318 harur. Hetta vísir ein fyribils uppgerð, sum var gjørd, 8. januar. Eisini túratalið var munandi lægri. Higartil eru skrásettir 522 túrar fyri 2015, móti 1.123 árið fyri. Talið fyri 2015 er tó ikki endaligt, tí enn koma tøl inn.

NORÐURTRIÐINGUR, NORÐARIPARTUR Í SØRVÁGI BESTUR

Raskastir at skjóta vóru teir í Norðurtriðingi, Norðaripartur í Sørvági, eisini nevndur Norðurtriðingur – Uttanfyri Ánnað. Teir skutu tilsamans 113 harur, sum teir fingu á 8 túrum. Teimum á baki, vóru teir í Sundshaga í Sandavági, við 78 harum á 10 túrum. Á triðja plássi eru harumenninir, sum hava skotið í Fjallinum, sum er partur av Ognarhaganum í Kvívík. Teir fingu 79 harur, sum teir skutu á 16 túrum.

ENN MANGLA ONKUR TØL

Enn eru tó harumenn, sum ikki hava skrásett veiðuna. Eg fari tí at heita á teir, um at skráseta seinastu tølini, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2015.

Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni.

Haran.fo

Eisini ber til at ringja til mín á tel 26 58 31

Eyðfinn Magnussen