Mannfjøldin var ógvusliga stór, sum stóð klár til renningina í Lorvík kl. 14 ídag, og øll komu ígjøgnum tunnilin í øllum góðum.
Guttorm Sørensen frá Treystinum sigur, at teir vóru sera væl nøgdir við renningina, ongi óhapp vóru. Tilbúgvingin hevði tíbetur onki at gera, tað einasta teir fingu at gera, var at koyra tvær eldri kvinnur, sum ikki hildu seg til at ganga longur, úr botninum á tunnlinum og niðan til Klaksvíkar.
Vinnarar hjá monnunum, av renningini gjørdist Jógvan J. Lorenzen úr Treystinum við tíðini 23,40 min. og við neyvt somu tíð kom Álvur F. Christiansen á mál, eisini úr Treystinum.
Nr. 3 gjørdist Henry Olsen, (Klaksvíkingur) úr Havn við tíðini 24.06.
Hjá kvinnunum gjørdist nr. 1 Kristina Samuelsen (31,11 min) úr Havn, nr. 2 Sigrid Sivertsen (32.20) úr Treystinum og nr. 3. Amalia Danielsen (33.00).
Trekt varð eisini um ymiskar vinningar og hetta úrslitið sæst á heimasíðuni hjá Treystinum www.treysti.fo




