Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

3608 fólk hava valrætt í Klaksvík

Jákup Ósá

Tað eru 92 fólk fleiri, ið hava valrætt í Klaksvík hesaferð enn seinast.

Í 2015 hava 3608 fólk valrætt í Klaksvík. Í 2011 høvdu 3516 fólk valrætt og í 2008 3484 fólk. Valluttøkan í 2011 var 87,2 % og í 2008 90,7 %.

165 fólk valdu fyrsta tíman, men brævatkvøðurnar eru væl fleiri enn vanligt. Tískil er ringt at meta um valluttøkuna í ár, hóast tað í prosentum eru færri fólk, sum hava valt enn í 2008. Veðrið hevur eisini verið av tí fagrasta, og tað verður eisini sagt frá góðum veðri allan dagin.