Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

39.000 milliardir krónur í skattaskjóli

Helgi Abrahamsen

6.000 milliardir dollarar ella umleið 39.000 milliardir krónur.

So nógvir pengar eru goymdir í skattaskjólum um allan heimin. Tað metir Niels Johannesen, lektari við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Mikudagin luttók hann í eini hoyring á Christiansborg um skattaskjól.

”Tað finnast eingi hagtøl, sum vit kunnu sláa upp hesum viðvíkjandi, tí skattaskjól eru, sum vera man, umgird av loynidómum. Men tað finst tó ein nýggjur útrokningarháttur, sum fyri mær tykist at vera sera sannførandi, og sum byggir á altjóða hagfrøði viðvíkjandi íløgum,” sigur Niels Johannesen.

Sambært útrokningunum eru samanlagt yvir allan heimin fjaldar 39.000 milliardir krónur í skattaskjóli. Tað svarar til umleið 10 prosent av øllum privatum peningaognum í heiminum.