Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

392 tons fiskað á Flemish Kap higartil

Jákup Ósá

Sí hvat hvør bátur hevur fiskað higartil í yvirlitinum niðanfyri.

Fiskiskapurin seinastu dagarnar hevur ikki verið nakað serligur á Flemish Kap.

Norðlýsið hevur fingið tølini frá Flemish Kap frá Vørn fram til og við í gjár 11. februar.

Bátarnir fáa nærum bara tosk, meðan heilt smáar nøgdir av kalva eisini eru.

Trolararnir

Brestir hevur roynt í 14 dagar og fingið 221,5 tons av toski og 900 kg av kalva.

Phoenix, sum hevur Ran sum móðurskip, hevur roynt í 8 dagar og fingið 33,7 tons av toski.

Sjagaklettur var júst komin og hevði bara fingið 2 tons av toski.

Línubátarnir

Higartil hevur bara ein línubátur verið á Flemish Kap. Tað er Váðasteinur, sum í 7 dagar hevur fingið 134,9 tons av toski og 0,4 tons av kalva. Sostatt hevur fiskiskapurin roynst betri hjá línubátinum enn hjá trolarunum um ein hyggur eftir nøgd pr. dag.

Tilsamans vóru 392,1 tons fiskað fram til og við í gjár 11. februar. Fiskiskapurin í gjár var munandi frægari enn dagarnar frammanundan, tá tað var smáligt. Vesturleiki, Kambur og Klakkur eru ávegis til Flemish Kap.

Sí annars viðhefta fíl

Harleywoodpaint