Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

3D prentað hús bygt í Holsterbro

Norðlýsið

Byggivinnan er í stórum vøkstri, og hugskotini til verkætlanir, og hvussu tær kunnu gerast til veruleika, tykjast bert at økjast. Nýggja skotið á stammuni, eru tveir danskir íverksetarar, ið hava 3D prentað eitt hús í Holsterbro.

Teir eru sannførdir um, at hetta fer at kollvelta byggivinnuna, og at um nøkur ár, verður møguligt at byggja íbúðarblokkar við 3D prentarinum.

Fyrsta húsið, sum er ein royndarverkætlan, er bygt í Holsterbro og almenningurin sleppur at síggja endaliga úrslitið um nakrar fáar vikur.

Hóast teir ikki dylja yvir, at verkætlanin hevur verið sera trupul, so eru teir tó sera spentir upp á framtíðina hjá felagnum.

Toymið er samansett av arkitektum, verkfrøðingum og handverkarum.

Meiri kann lesast um spennandi verkætlanina, har eisini nakrar videoupptøkur vísa byggiháttin, á leinkjuni niðanfyri.

https://finans.dk/erhverv/ECE13598163/mikkel-brich-og-hasan-alsofi-3dprinter-huse-i-beton-vi-staar-paa-taersklen-til-en-byggerevolution/