USA: Ein fýra ára gomul genta úr Michigan verður í hesum døgum heiðrað sum hetja. Orsøkin er, at hon bjargaði mammu síni, sum er við barn.
USA: Ein fýra ára gomul genta úr Michigan verður í hesum døgum heiðrað sum hetja. Orsøkin er, at hon bjargaði mammu síni, sum er við barn.
Hetta skrivar CNN.
Mamman líður av epilepsi. Hendan eina dagin fekk hon eitt ógvusligt herðindi, sum hon ikki hevði komið burturúr einsamøll.
Dótturin gjørdi ikki mætari enn at ringja á alarmsentralin og boðaði róliga frá støðuni. Hetta gjørdi, at mamman fekk neyðturviliga hjálp. – Mamman og barnið í búkinum hava tað gott.
Fólk standa spyrjandi, tí hetta er eitt satt bragd av lítlu Calise Manning. Men tað verður eisini upplýst, at mamman hevur lært lítlu gentuna, hvussu hon skal handfara eina epileptiska støðu.
Ja, hesa epileptisku støðuna handfór hon til fulnar.




