Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

4 mál í miðal í NSÍ-KÍ dystum

Jákup Ósá

Tað koma vanliga nógv mál í dystum í Runavík millum NSÍ og KÍ.

Mikukvøldið møtast NSÍ og KÍ í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini. Liðini hava ikki spælt móti hvørjum øðrum í Runavík í steypakappingini seinastu árini, so hugt verður ístaðin eftir, hvussu plagar at ganga í landskappingardystum. Síðani KÍ flutti upp í 2011, so eru 8 dystir spældir. Og ikki færri enn 32 mál eru komin í hesum dystum ella 4 mál í miðal. NSÍ hevur yvirtakið samanlagt og serliga seinnu árini hevur NSÍ staðið seg betri. NSÍ toppskjúttin Klæmint A. Olsen er eisini vandamiklasti leikarin hesar dystirnar.

2011: NSÍ-KÍ 3-3 (Heðin á Lakjuni(2), Christian Høgni Jacobsen – Sjálvmál, Álvur Christiansen, Hjalgrím Elttør)

2012: NSÍ-KÍ 0-2 (Páll A. Klettskarð (2))

2013: NSÍ-KÍ 2-3 (Jann Martin Mortensen, Klæmint A. Olsen – Atli Danielsen, Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør)

2013: NSÍ-KÍ 4-3 (Klæmint A. Olsen (4) – Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør, Ísak Simonsen)

2014: NSÍ-KÍ 1-1 (Debes Danielsen – Henry Heinesen)

2014: NSÍ-KÍ 2-0 (Sjálvmál, Klæmint A. Olsen)

2015: NSÍ-KÍ 3-0 (Hákun Edmundsson, Jonhard Frederiksberg, Klæmint A. Olsen)

2015: NSÍ-KÍ 4-1 (Pól Jóhannus Justinussen (3), Jann Martin Mortensen – Hjalgrím Elttør)

Dystir: 8

NSÍ vunnið: 4

Javnleikur: 2

KÍ vunnið: 2

Málúrtøka: 19-13

Mál pr. dyst: 4,0

Toppskjúttar:

1. Klæmint A. Olsen 7 mál

2. Páll A. Klettskarð og Hjalgrím Elttør 4 mál