Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

4. OG SEINASTI PARTUR: TÁ “RUDDINGIN” AV SKOTSKA HÁLANDINUM FÓR FRAM Í 19. ØLD

Alex Sólstein hevur týtt úr enskum

Alex Sólstein hevur umsett stuttsøguna “CHILDREN OF THE HIGHLAND CLEARANCES” úr enskum. Hon hevur verið prenta í blaðnum í 2015. Vit fara at seta ein part á heimasíðuna um dagin, í alt 4 partar. Ger so væl 


HERTOGIN

Eg eri hansara hátign hertogin av Sunderland. Eg eri eigarin av landøkinum Sunderland, og eg eri ein sera ónögdur og illur maður. Tú skuldi hildið, at fólkini, sum búgva á mínum lendi, skuldu havt stóra virðing fyri mær. Men lýð bert á hetta. Tú veitst kanska, at júst hetta árið, 1854, eru Ongland og Frakland farnir í hernað móti Ruslandi. Tað er ein av vøkru siðunum í skotska Hálandinum, at restar herðinum fólk, so eru hálendararnir teir fyrstu at melda seg. Hálendsku herliðini eru tey bestu í verðini, um eg sjálvur skal siga tað, og av teimum eru Sunderland Highlanders teir allarbestu. Eg kallaði allar festubøndurnar til mín uttan fyri slottið, so eg kundi tosa við teir. Eg beyð teimum ungu at fara í kríggj móti russunum. Eg beyð teimum serliga góða løn og vísti teimum gull og seðlar. Og vilt tú trúgva mær – ikki ein einasti kom fram. Vanæriligt! At enda reisti ein eldri maður seg upp. Hann tosaði lágmæltur, men í tøgnini hoyrdist hvørt orð, hann segði. Hann minti meg á tíðina, tá mamma mín, hertoginnan av Sunderlandi, hevði savnað eitt herlið av níggju hundrað monnum júst her á staðnum. Hon hevði uttan nakað kunnað fingið tað tvífalda. Og so segði hann: “Men á hennara døgum vóru dalirnir í Sunderlandi fullir a fólki. Men í dag eru dalirnir tómir og oydnir. Menninir í Sunderlandi hava sæð teirra hús verið bortin niður og brend, og konur og børn teirra noydd av húsi og heimi og til hvat? So at tann tignarligi hertogin og hertoginnan av Sunderlandi kundi gerast enn ríkari við at fáa seyð inn í staðin fyri fólk. Og nú sært tú, at tá tú hevur brúk fyri teimum og kallar á tey, so er tað eingin, sum svarar. Kanska skuldi tú sent seyðin í hernað fyri teg.” Og nakrir av teimum, sum goymdu seg aftanfyri róptu. “Ha, ha!” Tað var eyðmýkjandi. Eg setti meg aftur í vognin og koyrdi aftur á slottið.

HERTOGINNAN

Stakkals maður! Hesi fólkini duga ikki at bera seg at móti einum hertoga. Skjótt fer hann suðureftir í húsini hjá okkum í London, Og hann, sum ætlaði at siga drottningini frá, at hann hevði savnað eitt heilt nýtt herlið av hálendarum at stríðast í herfylgi hennara. Og aftan á alt, vit hava gjørt fyri hetta fólkið. Sum tey eru ótakksom!!


BØRNINI FRÁ AVOYÐINGINI

Og soleiðis kemur søga okkara at einum enda. Tú hevur verið eina løtu saman við okkum – monnum, konum og børnum frá avoyðingini. Tú hevur fingið eina kenslu av, hvussu vit hava haft tað hesa tíðina. Kanst tú ímynda tær, hvussu tað hevur verið at liva av havragrýni og vatni, ikki bert ein dag, men hvønn dag, og so verða tveittur út úr heimi og húsi uttan at vita, hvar tú skuldi fara. Hetta hendi í Skotlandi fyri nógvum árum síðani. Lívið í Hálandinum og á Oyggjunum er øðrvísi nú. Men grønu brekkurnar og stóru dalarnir, har børnini í avoyðingini búðu, eru enn tómir. Men seyðurin jarmar har enn ….