Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

4. umfar: Heimaliðini og HB eru favorittar

Jákup Ósá

Í dag og í morgin verður 4. umfar í Effodeildini leikt. Niðanfyri metir Norðlýsið um dystirnar.


B36-AB

Bæði ÍF og B68 taptu stórt mótiB36, men AB hevur higartil ongan dyst tapt við meira enn einum máli.AB hevur ikki møtt nøkrum av – á pappírinum – sterkastuliðunum, so møguleikin fyri greiðum tapi er størstur her. Næstutríggir dystirnir hjá AB eru ímóti B36, Víkingi og HB, so áArgjum stúra tey helst eitt sindur í løtuni. Tí tapir liðiðallar hesar dystirnar, sum ein kann vænta frammanundan, so kemurliðið helst at hanga aftanfyri, og tá kann tað blíva tungt viðeinum so nýggjum liði. B36 er ein væl smurd maskina, tá einkióvanligt hendur, tí sigrarnir móti ÍF og B68 vóru sannførandi,og so skorar liðið nógv mál. Okkurt bendur á, at Skála dysturinmeira var eitt undantak við vánaligum úrsliti, men tá vóruumstøðurnar eisini truplar við nógvum leikarum, ið ikki vórutøkir áðrenn ella gjøgnum dystin. Hjá B36 eru m.a. LukaszCieslewicz, Róaldur Jakobsen og Sebastian Pingel so mikið væl fyrií løtuni, at trupult er at síggja, hvussu eitt nýtt AB liðskal arga í Gundadali, sum argjamenn annars fleiri ferðir havagjørd seinnu árini. Tipping: 1 (4-0 til B36)

Víkingur-B68

Víkingur hevur verið eitt vónbrot higartil – serliga leikliga sæð – men hinvegin so burdiein kanska vita eftirhondini, at tað sjáldan eru fyrstu umførini,har Víkingar tekur stórspælið fram. Úrslitini eru kanskagóðkend, tí dystirnir í Tórshavn móti HB og í Fuglafirði mótiÍF vera helst sera truplir fyri tey flestu liðini, so tveirjavnleikir har er eingin gøla. Móti B68 á heimavølli er gylturmøguleiki at fáa Hans Paula Samuelsen í gongd, tí serliga íFuglafirði virkaði tað sum, at hann og Víkingur ikki spældu ítakt. Hjá B68 sóust tekin seinast um, hví tey flestu vænta, atuppflytararnir fáa tað trupult, tá B36 vann heldur lættan sigur áSvangaskarði. Tá var B68 liðið eisini skert vegna fleiri skaðar,so eg vænti ikki, at Víkingur fær tað eins lætt, tí talan ereisini um eina Eysturoyar uppgerð. Vit skulu heilt aftur til 2010fyri at finna seinast, har B68 fekk nakað stig við sær úrSarpugerði, so tað skal okkurt óvæntað henda, um ikki Víkingurher kemur uppá átta stig fyri fýra umfør, og tá er einki atfýlast at, um vit hyggja eftir stigatalinum hjá Víkingi. Tipping: 1 (3-1 tilVíking)

NSÍ-ÍF

Tvey lið sum bæði hava víst seg at verið væl fyri. NSÍ hevurstóru álopsprofilarnar í Klæminti A. Olsen og Árna Frederiksbergog hesir avrikað mest sum hvørt umfar, meðan ÍF profilarnar oftaeru meira tengdir av, hvussu lagið er, tí avrikini eru oftaóstøðug, um vit taka seinastu árini uppí. Avbjóðingin hjá ÍFer at fáa verjuspælið at virka, og tað er serliga brúk fyri tíí Runavík, har NSÍ í fjør tilsamans skoraði átta mál mótiÍF. Ein kann tó hava varhugan av, at tað verður ikki líka nógv lagtfyri í álopspartinum hjá NSÍ undir nýggja danska venjaranum, sumhelst leitar eftir einari javnvág, sum skal tryggja NSÍ betriverjuspæl, sum so í longdini skal geva betri úrslit samlað sæð,hóast málini kanska vera færri, sum liðið skorar. NSÍ verjan erá pappírinum ikki tann sterkasta, men síðani fyrsta miseydnaðadystin hevur hon staðið seg væl og tað sama kann sigast um nýggjumiðverjuna hjá ÍF seinasta dyst móti Víkingi, har trupulleikinmeir lá í deyðbóltsstøðum. Tí er ikki vist, at vit fáa sonógv mál, hóast styrkin hjá báðum liðunum – á pappírinum –liggur í álopspartinum. NSÍ eigur at vinna hendan dystin, men ÍFleggur ikki kongin uttan hart stríð. Tipping: 1 (2-1 til NSÍ)

TB-HB

Tey flestu vera vælklókari uppá TB eftir hetta umfarið. Liðið liggur nummar fimm,men tey fýra stigini eru komin móti B68 og AB, so hesaferð sleppurliðið veruliga at royna seg. HB er oddalið, men vinnur TB t.d. viðtveimum málum, so fer TB framum HB á stigatalvuni, meðan ein HBsigur hinvegin leggur sjógv millum HB og TB. Tað vísir seg sumofta, at munurin millum bólkarnar á stigatalvuni økist, tá vitkoma til hesi umførini frá fjórða umfarinum og úteftir. Tá fimmumfør eru farin, so er toppurin ofta farin frá liðunum í miðjuni.Tí passar tað væl til HB, at vinna hendan dystin, tí innanhýsishevur HB bara tapt ein dyst árini 2012, 2013 og 2015. TB hevur núhavt nógva tíð saman, og tað skuldi verið gott fyri nýggjahópin. HB hevur liðið til at fara allan vegin so leingi sum flestallir leikarar eru tøkir sum í løtuni og oddaliðið tykist njótagott av góðu venjingarstøðuni, har liðið vandi úti í nógvlongri tíð enn flestu av hinum liðunum undan kappingini. HB fær øll stigini við Stórá og staðfestir sína støðu sumeitt tað besta boðið uppá ein komandi føroyameistara. Tipping: 2 (2-1 tilHB)

KÍ-Skála

Saman við Víkingi er KÍ tað liðið,sum hevur verið eitt tað størsta vónbrotið higartil. Men fekk KÍsólarklára brotssparkið móti HB, so tosaðu vit kanska um einagóðkenda byrjan ístaðin, so marginalarnir eru smáir, tá so fáumfør eru leikt. Tað er serliga vánaliga avrikið móti NSÍ áheimavølli, sum dregur samlaðu metingina langt niður, men eisinimongu persónligu mistøkini í verjupartinum móti HB gera, at liðiðfær tað rættuliga trupult, um ikki skil kemur á verjupartin.Liðið skapar alt ov lítið í opnum spæli, og hetta verður eykatrupult móti Skála, sum spælir nógv meira verjukent enn bæðiNSÍ og HB gjørdu og sum bara lat tvey mál inn tilsamans ídystunum móti B36 og NSÍ. Ein kann umhugsað at tippa 0-0, menhesar tvær vikurnar við landsliðssteðginum hava kanska loyst uppfyri onkrum á KÍ liðnum. Skála liðið tykist vera væl fyri tilein uppflytara at vera og leikararnir leggja nógv fyri, sum eisinibæði móti Víkingi og B36 endaði við nógvum ógvusligumtaklingum. Á heimavølli hevur KÍ liðið avrikað væl seinastuárini, og tí vil tíðin nú vísa, um NSÍ dysturin bara var eittundantak á heimavølli. Skála kann vísa seg at vera vandamikiðuppá kontraálop, har serliga fyrrverandi KÍ leikarin Álvur F.Christiansen tykist effektivur. Tipping: 1 (1-0 til KÍ)