Veddingarfyritøkurnar hava Víking sum størst favorittin til komandi umfar í Effodeildini.
Víkingur er oddalið í landskappingini og møtir uppflytarunum úr EB/Streymi. Sambært veddingarfyritøkunum er Víkingur størsti favoritturin hetta umfarið. Grannauppgerðin í Gundadali verður mett at vera púra jøvn. Niðanfyri er miðaloddsurin, sum hann var kl. 20.39 í kvøld.
EB/Streymur-Víkingur
1: 6,15 – X: 5,00 – 2: 1,41
TB/FC Suðuroy/Royn-Skála
1: 1,81 – X: 3,83 – 2: 4,13
ÍF-07 Vestur
1: 1,66 – X: 3,90 – 2: 4,65
HB-B36
1: 2,54 – X: 3,50 – 2: 2,54
KÍ-NSÍ
1: 2,21 – X: 3,50 – 2: 3,06




