Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

4. venjingardystur: KÍ-B71 2-2 (0-1): Símun skoraði aftur

Norðlýsið ÍTROTTUR

Símun Joensen skoraði triðja málið í tveimum dystum, tá ið B71 var á vitjan í Klaksvík sunnudagin. Sandoyingar javnaðu KÍ-leiðsluna við einum seinum brotssparksmáli.

Eftir venjingardyst á Toftum leygardagin, vóru KÍ-spælararnir aftur á vøllinum sunnudagin. Hesaferð var B71 á vitjan í Klaksvík, og liðini spældu ein hampuliga góðan venjingardyst. Í løtum var gott spæl at síggja, ferðin var góðu mesta av tíðini, men tað vóru eisini langar løtur við rótutum spæli.

B71 legði seg á odda beint fyri hálvleikssteðgin við einum máli eftir hornaspark. KÍ setti ferðina upp eftir hálvleikssteðgin, og eina løtu var KÍ greitt omaná. Heðin á Lakjuni javnaði eftir eitt frálíka gott álop, og síðani skoraði Símun Joensen eftir eitt enn betri álop, har Rodrigo legði út frá baklinjuni. Hesa løtuna og eina løtu eftir tað hevði KÍ fult tamarhald á dystinum.

B71 megnaði tó at javna, tá ið góðir 10 minuttir vóru eftir at spæla. Málið kom eftir brotsspark, sum sum Clayton Soares setti í málið. KÍ royndi at trýsta eftir hetta, men meira enn royndir á málið og nøkur hornaspark gjørdist tað ikki til.

KÍ spældi í dag uttan Kristian á Lakjuni, Bjarna Jørgensen, Milic Curcic, Anderson og Jákup Mikkelsen.

KÍ-B71 2-2 (0-1)
0-1: Gudmund Nielsen, 45.
1-1: Heðin á Lakjuni, 54.
2-1: Símun Joensen, 63.
2-2 Clayton Soars, 78.

KÍ: Mathias Samuelsen – Harley Bertholdsen, Ovi Nysted (Jan Andreasen, 72.), Jan Andreasen (Jógvan Isaksen, 67.), Dánial Pauli Lervig (Sigmund Jacobsen, 67.) – Álvur Christiansen (Steffan Kalsø, 55.), Kristoffur Jakobsen, Símun Joensen, John Hammer (Eli Simonsen, 67.), Heðin á Lakjuni – Rodrigo

(kelda: www.ki.fo)