Frá bólkinum 4: 10 ár eru brátt liðin síðani bólkurin 4 gav út fløguna Her er Løtan.
Í tíðindaskrivi sigur manningin í bólkinum, at lurtarin tók útgávuna so yvirraskandi væl til sín, at teir satt at siga vórðu tiknir á bóli.
Nú jólini standa fyri durum ynskja teir við nýggja jólalagnum, Jólakvøða úr Føroyum, at ynskja øllum føroyingum úti og heima eini hugnalig og gleðilig jól.
Vinarliga:
4
Orð: Martin Joensen
Lag: Alabama
(Jeffrey Cook, Teddy Gentry, Randy Owen og Mark Herndon)
Tónleikur: Jákup Zachariassen
Bass, mix og master: Óli Poulsen
Trummur: Josva Debes
Upptøka: Nov. 2016




