Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

40-0 til KÍ-kvinnurnar í 4 dystum!!

(
John Færø)

Tað má vera óhoyrt, at nakað lið í fremstu føroysku fótbóltskappingini er so suverent, sum besta kvinnuliðið hjá KÍ. Tær hava nú leikt 4 dystir ímóti B68, EB/Streymi, Sumba og B68, og hava málskoruna 40-0 !!!!

Í Klaksvík eru tað kvinnurnar, sum vísa vegin, og í fótbólti  er tað spurningurin, hvør skal steðga bestu KÍ-kvinnunum í ár??!?

Sum nevnt her í blaðnum, so vunnu KÍ-kvinnur aftur í dag stórsigur. Hesa ferðina vóru silvurvinnararnir í fjør B36, sum máttu leggja rygg til stórtap.

Veðrið var annars sera ringt til fótbólt í dag, men tað forðaði ongantíð KÍ at vinna í stórum stíli. Hinvegin tóktust B36-kvinnurnar bara at vilja hava dystin lidnan sum skjótast.

Sigurin bleiv 10-0 til KÍ eftir 4-0 í hálvleikinum. Tey 10 málini gjørdu Vivian (3), Rannvá (3),  Elsa Maria (1), Bára (1), Malena (1), og so var 1 sjálvmál.

Fyri nøkrum fáum døgum síðan vunnu KÍ-kvinnurnar við júst sama málmuni (10-0) á EB/Streymi, eftir hálvleiksstøðuna 5-0. Tann dystin vóru hesir málskjúttar: Rannvá 3, Elsa Maria 3, Malena 3 og Bára 1.

Harðasti kappingarneytin hjá KÍ í ár er eftir øllum at døma HB, sum eisini hevur vunnið allar sínar dystir higartil – tó ikki við eins nógvum málum!

Tá eitt lið er so suverent, sum KÍ hevur verið higartil í ar, lúrir sjálvandi vandin, at tær kunnu undirmeta mótstøðuliðini, og so vakna við kaldan dreym, um tær brádliga fáa harða mótstøðu, t.d. frá HB.

Enn hevur KÍ sjálvandi bara møtt 4 øðrum liðum í landskappingini, so tað er framvegis tíðliga at gera avgjørdar niðurstøður, hóast tendensurin er ógvuliga greiður.

Malena er toppskjútti.

Fremst á toppskjúttaralistanum hjá KÍ eru hesar:

Malena Josephsen 12 mál
Rannvá Andreasen 10 mál
Vivian Bjartalíð   7 mál
Næsti dystur hjá KÍ er á útivølli ímóti AB komandi sunnudag.