Tað er lív í hjá NFCS og á Stongunum í morgun.
Allir útróðrarbátarnir hava verið úti í nátt. Teir størru bátarnir lógu millum 7000 og 10.500 pund. Teir avreiða hjá NFCS á vestara armi, meðan stamparnir fara uppá land á Stongunum, har línan verður engd.
Fiskiskapurin var hesin sambært NFCS:
Líðhamar 10.500 pund
Bragd 7000 pund
Norðsøki 9500 pund
Stakkavík 5000 pund
Kallanes 7500 pund



