Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

5 ár síðan eigaraskifti á Norðlýsinum

Jóhann Lützen

Fólk eru vælkomin til ein kaffimunn og man ikki okkurt søtt verða til góman

Tað var miðjan februar í 2017, at eigaraskifti varð á Norðlýsinum. Feðgarnir Palli og Jóannis Skorheim saman við undirritaða keyptu Norðlýsið frá Oliver Joensen, sum sjálvur hevði átt Norðlýsið síðan 1976. 

Norðlýsið heldur til á Klaksvíksvegi 28, har gamla smiðjan hjá Niels Juel Arge helt til og har Grannskoðan hevur hildið til í mong ár. Fólk eru vælkomin á gátt til eitt kaffiprát.