Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

5-mannafør gentur: Drekin endurtók bragdið

Danial Viðoy

Kappróður á Eystanstevnu: Drekin endurtók bragdið frá Sundalagsstevnu og vann ein sera spennandi róður. Tað vóru fimm bátar, ið kappaðust um fyrstapláss. Frá fyrsta og aftur til Fípuna Føgru á fimtaplássinum vóru bert tvey sekund.

Tað var talan um tann mest spennandi róðurin í ár, tá ið 5-mannafarsróðurin hjá gentum var avgreiddur á Eystanstevnu í dag.

Eins og seinast fingu tær umborð á Fípuna eina ringa byrjan, men tóku seg inn á fyrsta pláss í miðróðrinum, men tær mistu takið í endaspurtinum. Har var Drekin sterkastur og vann.

Tað var stuttligt at síggja, hvussu nógvir bátar hingu í, alla leiðina inn á málstrikuna. Tað vóru fimm bátar sum heilt til allarseinast kappaðust um fyrstapláss. Bert tvey sekund skildi hesar bátarnar.

Tíðirnar:

1. Drekin 05.38.04

2. Jallurin 05.39.24

3. Silja 05.40.03

4. Blikur

5. Fípan Fagra