Kom og fá grundleggjandi skil uppá bókhald við einum góðum og pedagogiskum undirvísara. Tilmelding á synergi.fo
Bert 5 pláss eru eftir til væl umtókta skeiðið um bókhald frá grundini.
Skeiðið er til øll, sum ynskja at fáa betri skil fyri grundleggjandi bókhaldi. Luttakarar hava m.a. verið sjálvstøðug, bankafólk, skrivstovufólk og onnur, sum kundu hugsa sær at fingið alt tað grundleggjandi uppá pláss.
“Støði var passaligt og undirvísingin so deiliga pedagogisk:)”
Hans Andor AVLux
“Skeiðsdagarnir vóru uppbygdir so deiliga logiskt, so sjálvt um talan var um nógv og umfatandi vitan, so var tað lætt at skilja, og tann reyði tráðurin bleiv ongantíð burtur.”
Súsan Joensen, Fótbúni
“Góður undirvísari, tolin dugdi væl at greiða frá og fáa øll við. Deiligt høli og ikki at gloyma tann super góða matin:).”
Annika á Borg, Bilrøkt
Bókhald nýtist ikki vera mjørkatos
Skeiðleiðarin Tummas Jacobsen undirvísir á ein góðan pedagogiskan hátt, soleiðis at bókhald ikki longur verður mjørkatos fyri teg.
“Tummas dugdi gott at forklára. Fyri mín part skyld var tað eisini gott at man føldi seg væl, um man ikki forstóð alt beinanvegin”.
Kirstin Jacobsen
Grundleggjandi bókhald er hent at duga, debet, kredit, mvg, kassa…
Kom og fá eitt sindur av grundleggjandi skili fyri bókhaldi.
Skeiðið er sera viðkomandi fyri teg, um tú hevur egið virkið, um tú t.d. gerst bókhaldið hjá makanum, arbeiðir á skrivstovu, banka ella ynskir betri skil fyri bókhaldi.
Bert 5 pláss eru eftir, skalt tú hava tað eina? Først til mølle…
Tekna teg HER! ella ring 322355.


