Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

50 ár síðan “Jesus tær býður” kom út

Jóhann Lützen

Í dag, 15 sept. eru 50 ár liđin, síđani vit í Kvartettini í Betesda gòđu eina lP-plátu viđ 12 sangum og kasettuband viđ 16 sangun út

 

Steinbjørn O. Jacobsen skrivar soleiðis á facebook: 

Evangeliska røddin við Zacharias Hammer á odda stóð fyri upptøku og útgávuni. Tøknin kann ikki samanberast við øllum møguleikum vit hava í dag. Alt er so nógv lættari.

Upptøkan varð gjørd á sangstovuni í skúlanum í Klaksvík og ein sangur á læraraskúlanum í Havn.

Oddamaður okkara í samband við týðing av sangum og tekna kápumyndina var Árni Jacobsen sáli, hann var ein eldsál av Guds náði og er ómetaliga nógv saknaður.

Bøn og endamál okkara var, at sangir okkara kundu vera til frelsu, gleði og lívgan fyri mong.

Vit góvu aftur eina fløgu út í 2012.

Í desembur í ár eru 56 ár liðin, síðani kvartettin sang fyrstu ferð alment.