Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

50 ár síðan tey fóru í 1. klassa

John William Joensen

Kendu 49ers møtast tann 26. august til 50 ára jubileum.

Stigtakararnir, Eliesar, Maria og Ólavur, siga at ætlanin er at fyriskipa ein skúldag sum fyrsta skúladagin í 1956.
– Vit møtast í skúlagarðinum kl. 14 og stillað upp eins og vit gjørdu í 56.
– Fari verður so inn í skúlastovurnar til huganløtu saman við lærarunum, har kaffi og køkur verður at fáa.
– Síðani verður fimleikaframsýning har øll verða ílatin fimleikadragtir frá 50 unum.
– Kl. 19 verður  so veitsla í Skálanum har Jákup Ziskason stendur fyri borðhaldinum og aftaná verður dansur við 50/60 ára tónleiki.
Stigtakararnir siga at tað er stórur áhugi millum forty-nine-ararnar at tekna seg til tiltakið og seinasta freist er 23. juli.