Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

50 ára kynsbótararbeiði hongur í klønum tráð

Oliver Joensen

Ídag verður ein roynd gjørd, at vita um rogn og sil sæst undan teimum í ár.

Vit hava roynt at hildið hond um føroysku ælabogasílini og tað hevur verið sera tungt hjá okkum, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri á Røkt í Vestmanna.

Tá eftir spurningurin eftir smolti steðgaði upp fyri á leið fýra árum síðani, gavst Fiskaaling við klekingini av ælabogasílum. Tað var fiskaaling, ið hevði føroyska lívfiskin. Men har var nógvur yngul, sum teir ætlaðu at taka lívið av og tí bleiv avrátt, at vit skuldu fáa tann yngulin, halda lív í honum, og royna at finna onkra loysn.

Men hetta dróg út. Vit røktu og fóðraðu hendan yngul síl, men í fjør vóru útreiðslurnar vornar so stórar at vit valdu at slakta og selja tað sum var. Hetta rakk til nakað av útreiðslunum, sum vit høvdu havt, men ikki til alt.

Tá kom Poul Hansen úr Havn uppí myndina, og vildi gjalda fyri, at vit høvdu eini 500 síl gangandi, tí, hann hevði hug at byrja aling av ælabogasílum aftur. Hetta bleiv so til, at vit lógu 840 síl ganga eftir, og tey ganga framvegis í byrgingini í Heygadali.

Sum skilst, so hevur Røkt nú í evstu løtu fingið loyvi at strúka sílini, sum ganga eftir. Ætlanin var at hetta strúkiarbeiðið skuldi gerast fyrr í ár, men tað er komið í drag við loyvum og øðrum og tí fara fólk frá Røkt og Fiskaaling ídag at vita, um rogn eru í fiskunum ella um rognini eru komin ov langt til at strúka í ár.

Eydnast tað ikki at fáa nakað undan sílunum í Heygadali í ár, so má bíðast til næsta ár.

Ætlanin er, at Røkt skal ala sílayngulin upp til á leið 100 gram og síðani skal alingin fara fram aðrastaðni.

Jóhan í Niðristovu, stjóri á Røkt sigur, at um várið og summarið til út á heystið fæst góður gróður í sílini á vøtnunum, men um veturin steðgar vøksturin upp, tí vøtnini gerast ov køld, tí er betur at arbeiða við sílunum á sjónum ella aðrastaðni har umhvørvið er heitari um veturin.

Føroysku sílini hava sera gott umdømi, sigur Jóhan í Niðristovu. Her er gjørt eitt sera gott kynsbótararbeiðið líka síðani Júst í Túni á fyrstan tíð setti hol á aling í Føroyum og føroysku sílini eru serliga kend fyri vakra litin á fiskinum, at tey eru frísk og hava sera góðan vøkstur.

Les eisini!

Lagnan hjá føroysku ælabogasílunum óviss