Umleið ein fjórðingur av Norðoyatunnlinum er nú liðugtborðaður. Tað gongur strúkandi hjá Føroyakonsortiinum við Norðoyatunnlinum, hóast tilfarið í Háfjalli ikki hevur verið av tí besta.
Týsdagin skipaði NCC fyri lítlum hátíðarhaldið ímillum teir, sum dagliga arbeiða í tunnlinum Borðoyarmegin. Orsøkin var, at teir júst um fýratíðina týsdagin fóru um teir fyrstu 500 metrarnar.
Samstundis er hitt arbeiðisliðið hjá Føroyakonsortiinum Lorvíkarmegin komið meira enn 1100 metrar inn teirra megin, so samanlagt eru longu nú um 1600 metrar boraðir.
Samlaða longdin av sjálvum tunnlinum verður umleið 6.200 metrar, so sigast kann, at longu nú er fjórðingurin av borðingini liðug.
Kapping
Sum skilst, so er ikki sørt av kapping ímillum arbeiðisliðini báðumegin.
Tølini á vegginum hjá NCC við Borðoyarvík vístu, at fyri seinastu fýra vikurnar at Borðoyarmegin varð borað 82 metrar ímeðal um vikuna, ímeðan talið Lorvíkarmegin vísti 67 metrar í meðal um vikuna.
500 metrar inni undir Háfjalli
So lagið var gott, ja, so gott, at Norðlýsið varð boðið við einum lastbili inn til gravkúnna, sum eftir seinastu spreingingina fyllti grót upp í stóru lastbilarnar.
Úr lastbilinum varð Norðlýsið aftur boðið upp í stóru gravkúnna, ella fyllarin, sum teir nevna hana til Martin Sivertsen, sum hegnisliga fyllti stóru lastbilarnar.
Vit royndu við myndatóli okkara at fáa nakrar myndir, men rúmið er stórt og myrkt, so tað var ikki tær allarbestu myndirnar vit fingu, men kanska fær ein eina lítla hóming av arbeiðinum.
Tá vit síggja hesar stóru lastbilarnar eftir vegnum, so síggja teir ógvusligir út. Men inni í tunnlinum við síðuna av stóra fyllaranum formáddu teir sær lítið.
Martin Sivertsen koyrdi tvær skuftur uppí lastbilarnar, og so máttu teir út at tøma. Ein kundi ikki lata vera við at sammeta lastbilarnar við smáar leikutoysbilar í stóra og ógvusliga umhvørvinum 500 metrar inni undir Háfjalli.




