Í kanningini sum Gallup hevur gjørt fyri Miðflokkin og Ung fyri Miðflokkin varð millum annað hesin spurningurin settur:
“Heldur tú, at núverandi uppskot um at broyta hjúnabandslógina eigur at fara til fólkaatkvøðu?”
53 prosent av teimum spurdu svaraðu ja, 36 prosent svaraðu nei, og 11 prosent svaraðu, at tey ikki vistu.
Í øllum flokkum uttan Tjóðveldi var meiriluti fyri at hava fólkaatkvøðu um spurningin.
Býtt ímillum flokkarnar var undirtøkan fyri fólkaatkvøðu hendan:
Fólkaflokkurin: 65,6 %
Sambandsflokkurin: 57,3%
Javnaðarflokkurin: 50,5%
Nýtt Sjálvstýri: 80%
Tjóðveldi: 38,2%
Framsókn: 54,2%
Miðflokkurin: 64,7%




