Klaksvíkar kommuna helt í fjør lægri rakstrarkostnað enn árið frammanundan, og skuldin er nú 56 milliónir undir einari álíkning. Ongantíð áður hevur Klaksvíkar kommuna fingið so nógvar pengar í kassan sum í fjør. Samstundis eydnaðist kommununi fyri fyrstu ferð í nógv ár at halda ein lægri rakstrarkostnað enn árið fyri. Skuldin hjá kommununi er nú niðurgoldin til 127 milliónir krónur netto, og tað er 56 milliónir krónur undir einari álíkning.
Klaksvíkar kommuna helt í fjør lægri rakstrarkostnað enn árið frammanundan, og skuldin er nú 56 milliónir undir einari álíkning
Ongantíð áður hevur Klaksvíkar kommuna fingið so nógvar pengar í kassan sum í fjør. Samstundis eydnaðist kommununi fyri fyrstu ferð í nógv ár at halda ein lægri rakstrarkostnað enn árið fyri. Skuldin hjá kommununi er nú niðurgoldin til 127 milliónir krónur netto, og tað er 56 milliónir krónur undir einari álíkning.
– Gongdin í Klaksvíkar kommunu er sera góð. Samlaðu inntøkurnar settu í fjør met, fólkatalið helt fram at vaksa, vinnulívið er ment í stórum, og vit gera útbyggingar av kommununi, sum kunnu føra okkum fram í tíðina, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Rakstarútreiðslurnar hjá Klaksvíkar kommunu vóru í fjør 108.6 mió. kr. samanborið við 108,9 mió. kr. í 2013.
– Vit kunnu fegnast um, at tamarhald er fingið á rakstrinum. Tað er at fegnast um, at hóast vit fyri fáum árum síðani vóru omanfyri einari álíkning, so hava vit serliga seinastu tíðina førkað okkum miðvíst burtur frá skuldarmarkinum. Hetta kann geva kommununi framúr møguleikar at standa ímóti, tá ið tíðirnar aftur venda, og arbeiðsloysið einaferð aftur økist, sigur Jógvan Skorheim.
Borgarstjórin vísir á, at uppgávan hjá býráðnum er at tryggja eina haldføra kommunu.
– Við betraðum gjaldføri, niðurgoldnari skuld og væl útbygd á flest øllum økjum, er kommunan væl brynjað, um møguligir skýkloddar skuldu hómast á himli. Avbjóðingin hjá býráðnum verður at halda fast við miðvísa fíggjarpolitikkinum, soleiðis at kommunan trygt kann latast víðari til okkara eftirkomarar, sigur Jógvan Skorheim.




