Náttin til fríggjadagin í farnu viku er ikki ein heilt vanlig nátt hjá Pól Sundskarð, sum dagliga starvast sum søluráðgevi hjá Ansi. Hesa náttina ætlar hann sær nevniliga at renna allan teinin frá Klaksvík suður til Tórshavn, har hann skal hava ein fyrilestur á Hotel Føroyum. Veðurforsøgnin sigur frá 15-20 m/sek., men hetta er ikki nakað, ið skal forða honum í at náa málið, sum hann hevur sett sær hesa náttina.
Pól Sundskarð ivast ikki eina løtu, tá hann í oktobur 2014 verður biðin um at hava ein fyrilestur um motivatión á Ársins Leiðaradegi hjá Synergi. Hann veit beinanvegin, at um hann skal inn á ein pall at tosa um seg sjálvan, so verður tað ikki í klædningi og slipsi. Hann vil gera okkurt annað. Okkurt, sum er øðrvísi og heilt serligt.
Hann hevur júst afturkomin frá Grikkalandi, har hann hevur fullført eitt sonevnt Sparthlathon, har hann rann 246 km. uppá 35 tímar og 18 minuttir. Júst renningin er eisini tað, sum flest fólk seta í samband við navnframa klaksvíkingin.
So ein kaldan dag í oktobur tekur Pól avgerð um, at hann náttina til fríggjadag tann 30. januar 2015 skal renna allan vegin frá Klaksvík suður til Tórshavn. Og hann skal renna beint inn á pallin, tá fyrilesturin hjá honum á Ársins Leiðaradegi skal byrja klokkan gott átta um morgunin.
Lítið visti hann tá, at júst náttin til tann 30. januar skuldi verða rakt av ódnarveðrið í so stóran mun, at flestu leiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða avlýstar, skúlar verða avlýstir og fleiri fyritøkur geva starvsfólkum frí orsakað av vánaliga veðrinum.
Endiliga kemur dagurin. Pól hevur greitt teimum á Synergi frá ætlanunum um at renna suður og hetta eru tey ordiliga við uppá. Men kanska tey kki ordiliga trúgva tilkomna manninum, sum viðhvørt kann tykjast eitt sindur svakur. Upp á tann góða mátan, um tit skijla.
– Eg hevði fyrireikað meg ordiliga væl til hendan dagin. Serliga mental, greiðir Pól frá. Nú veit hann, at veðurgudarnir ikki verða við sær á vegnum suður, tí veðurforsøgnirnar siga frá 15-20 m/sek. Men hann ætlar sær at renna suður. Hann vil renna allan vegin og beint inn á pallin.
– Tá eg kom heim frá arbeiði fríggjadagin ringdi eg líka til konu mína, Bjørg. Eg segði við hana, at eg fór at leggja meg eina løtu, áðrenn vit skuldu gera klárt til at fara avstað. Men tvætl. Eg fekk slett ikki savnað meg um at sova, tí eg var nógv for uppsettur. Adrenalinið koyrdi runt í kroppinum, fortelur Pól, meðan hann minnist aftur á fríggjadagin í farnu viku.
Tú kanst lesa meira um áhugaverda túrin hjá Pól Sundskarð í blaðnum, sum kemur út í hesu vikuni.




